1. Eg gloymi ei,
Tað undrið, tá ið Tú bar
Mær bjarging og, mítt hjarta varð útfríað
Tú fanst meg
Meg frelsti
Helt havið aftur, at bjarga mær
Áh, Jahve
Gud, sum stríðist fyri meg
Vinnur sigur hvørja ferð
Halleluja, Halleluja
Havið klovið hevur Tú
Djúpunum meg leiddi úr
Halleluja, Halleluja
2. Um dagin skýggj
Tekin um, at Tú ert við mær
Eldur á nátt
Lýsir fóti mínum vegin
Tí Tú fanst meg
Meg frelsti
Helt havið aftur, at bjarga mær
Áh Jahve
Brúgv:
Mítt Egyptaland steig inní
Og Tú tók í mína hond
Meg leiddi út í frælsi
Til landið lovaða
Og nú gloymi eg Teg ei Gud
Tíni verk vil syngja um
Deyðin sligin er í ævir
Kærleiksloga Tínum við
Yrkjari: Bethel music
Umsett: Ann Gvøðny Dánialsdóttir
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir