C /D# F
1. Eg í ferðini fylgdist við Jesus' á leið
C Dm G C
gjøgnum skiftandi tíðir og kor,
/E
og tá alt um meg broyttist,
F Dm
eg sang honum prís:
C Dm G C
Hann er trúgvur í dag sum í gjár!
G
O, ta lukku, tann frið,
C
ja, ófatandi frið,
/E G C D G
sum eg fái, tá Jesus er við,
C /E
lat so alt um meg broytast,
F Dm
eg syngja tó vil:
C Dm G C
Hann er trúgvur í dag sum í gjár.
2. Ja, tú fylgdi mær, Jesus, tá eina eg gekk,
og eg helt, eingin fataði meg;
men so hoyrdist ein rødd
sum eitt ljómandi lag:
Eg tær trúfastur eri í dag!
3. Og tú fylgdi mær, Jesus, í geislandi sól
millum vinir, sum fylgdust á leið,
men eg gleddist tó mest,
tá tað sang mær í sál:
Hann er trúgvur í dag sum í gjár!
4. Eg vil fylgja tær, Jesus, í gleði, til eg
skal teg síggja á ævinnar strond,
og tá enn eina ferð
eg skal rætta tær hond,
fyri trúskap í lívi og deyð.
Yrkjari: David Welander
Umsett: Olaf Rasmussen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir