Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Eg visti um Jesus og hansara leið (nr. 382)

G                 C       G
1. Eg visti um Jesus og hansara leið,
                                     D  D7
men líta heilt á hann, tað tordi eg ei;
    G                C              G
eg tonkti sum so: tú sært, hvat tú gert.
      C          G     Em Am      D  G
Nei, Jesus hann tekur teg ei, sum tú ert.

    D                 C        G
O, kærasti Jesus, hví ivaðist eg?
		                D  D7
Eg angri tað, Jesus, eg sáraði teg;
     G                    C         G
men eitt er mín uggi, og tað kennir tú:
    C           G     Em  Am     D   G
eg fyrr teg ei kendi, men elski teg nú.

2. Eg royndi so sjálvur at finna mær veg,
men meira eg stríddist, tess lægri fór eg;
til endans í eygu eg deyðsmyrkrið sá,
tá bert eitt var eftir: sig Jesusi frá!

3. Hann spurdi ei hvussu, hann segði ei hví,
men bert hetta eina: »Tín sál, hon er frí!
Í faðirsins ríki eg gav tær eitt stað,
og ogn tín um ævir tað verður ein dag.«

4. Hann beyð mær so eymligt at fylgjast við sær,
og sál míni gleði hann gevur frá sær,
tó sorgirnar koma, men hvat sakar tað?
Meg Jesus skal fevna í himli ein dag!

            
Umsett: Hans J. Glerfoss



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-