1. Eg vil syngja ein sang um Jesus,
tá eg vakni um morguntíð;
tí eg veit, at tá Harrin vælsignar mín dag;
nýggjur lovsongur berst hátt mót ský.
Eg vil syngja ein sang um Jesus
ið meg bundnan av syndini heimaftur vann.
Tí skal sangur mín ljóða um hann.
2. Eg vil syngja ein sang um Jesus,
til mítt lívskvøld tað er í nánd.
Hvørki synd ella neyð eg skal óttast ta stund,
tí hann leiðir meg við síni hond.
3. Eg vil syngja ein sang um Jesus,
sum eg gjørdi ta tìð, ið fór.
Men ein dag skal tað ljóma nógv betur enn her,
tá eg komi í einglanna kór.
Yrkjari: Leonard G. Gudmundsen
Umsett: Chr. Høj
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir