1. Eg veit tað, Jesus, tú elskar meg,
tó hjartað tí lítið gav gætur,
og ár og dagar eg gloymdi teg.
Tú eygleiddi meg tó tann langa veg
og kallaði dagar og nætur.
2. Eg veit tað, Jesus, tú elskar meg;
eg syrgin mítt høvur má boyggja,
nú hjarta mítt fatar, tín kærleiki
hann førdi teg inn á tann tunga veg,
at tú fyri meg mátti doyggja.
3. Eg veit tað, Jesus, tú elskar meg;
men syndin í mær vil valda.
Tó tú vanst sigur á tínum veg,
tí líti eg á, at tú elskar meg
og mær í hendur vil halda.
4. Eg veit tað, Jesus, tú elskar meg,
og aldri troyttur tú verður
mær lýsa og fylgja á lívsins veg.
Tó, aldri so høgt kann eg elska teg,
at ikki tú meiri mær gevur.
Yrkjari: Kristina Toftegaard
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir