Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Eg undrast má, Harri

       E            G#     C#m  B7     E
1. Eg undrast má, Harri, á alt, ið tú gert,
C#m F#m B7/F#  E/G# F#7/A# Bsus  B7
eg kann ikki skilja tín veg.
E7 A    B/A        E/G# C#7   F#m B7      E
Tó veit eg, tann leiðin, sum tú við mær fert,
C#m  F#m7      B  B7   Emaj7 C#m
hon altíð er best fyri meg,
    F#m7       E/B B7  E
hon altíð er best fyri meg.

2. Tú veitst ei, mítt barn, hvat eg geri við teg,
men ein dag tú skilja tað skalt.
Hví óttast tú, hjarta, at fara tann veg,
:/: sum hann sjálvur tær hevur valt.:/:

3. Gud, leiðir tú hevur í túsundatal',
og leiðin, sum tú valdi mær,
mær best er, um ei eg kann skilja teg væl,
:/: tí heim tú meg leiðir við tær. :/:

4. Tí bíði eg tolin, o Gud, við mín lut
til ein dag hvørt "hví" mítt fær svar.
Ein arv tú mær goymdi, tú trúfasti Gud,
:/: í Himlinum heima hjá tær. :/:

            
Yrkjari: E. Gustavsson / Chr. Høj




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-