Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Eg takki tær Jesus, at tú frelsti meg (nr 26)

Eg takki tær Jesus, at tú frelsti meg,
við gleði og frímóð eg syngi um teg.
Tín andi, tín kærleiki vísir mær veg,
so aldrin eg villist av frelsunnar veg.
:,: frelsunnar veg, :,:
so aldrin eg villist av frelsunnar veg.
  
2. Takk havi tú Jesus, at friðin eg fann,
tú reinsað meg hevur við blóði, sum rann.
Á Golgata heyggi tann dagin tað var,
at blóð títt tað óseka rann fyri mær.
:,: rann fyri mær, :,:
o, kærasti Jesus, tað rann fyri mær.
  
3. Eg takki tær faðir og lovprísi tær,
eg vil, at tú altíð skalt vera hjá mær.
Kom styrk meg, o, faðir, við anda og sál
inntil eg skal náa tað himmalska mál.
:,: Himmalska mál, :,:
inntil eg skal náa tað himmalska mál.
  
4. Har heima hjá tær í tí himmalska stað,
har samlast tey frelstu so fegin og glað.
Tey prísa tær, harri, og lovsyngja tær.
Halleluja Jesus tey syngja so glað.
:,: Syngja so glað, :,:
Halleluja, Jesus, tey syngja so glað.
  
5. O, kom kæra sál tú, sum leitandi ert,
kom tak móti Jesusi, frelstur tú gerst.
Ein bústað til reiðar hann gjørt hevur tær, 
hann bíðar bert eftir at fáa títt svar.
:,: Sig honum takk, :,:
kom tak móti Jesusi, sig honum takk.

            
Yrkjari: Karolina M. Arge




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-