Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Eg síggi teg, Guds lambið

    F          B/F  F       Gm    C    C7      F
Eg síggi teg, Guds lambið, har á Sions fjallagrein.
                   B/F    F     Gm       C    C7       F
Men, o, tann leið, teg hargar bar, tær voldi harm og mein.
                    C               G7                C
O, byrðin, sum teg løgd varð á øll heimsins synd og trá.
C7  F         B/F  F       Gm         C            C7  F
So søkk tú í ta neyð, oss neit, so djúpt, sum eingin veit.

2. Sakleysa lamb, tú ofraðist so neyðarsligt at sjá,
at vinna tað, tú hevði mist, og tað úr leinkjum fá.
Tú kvetti øll vár fongsulsbond við nagla gjøgnum hond;
tú komst við sigri út úr grøv, tú oyddi deyðans krøv.

3. Nú tyrpist fjøldin um tín stól og stendur hvítklødd har.
Hvørt eyga skínur sum ein sól, tí, tað Guds lambið sær.
Hitt orð um lambsins trælastríð, sum gjørdi okkum frí,
Tað gevur besta tónasnið, ið einglar syngja við.

4. Mong túsund hava sær í favn' hvørt hørpu stillað rætt,
um ennið Lambsins faðirs navn ger kenda teirra ætt.
Tað er sum fossadun og ljóð, tá ið tey syngja fró:
"Guds lamb vann okkum Paradís, vit syngja lov og prís!"

5. Takk, Faðir, at tú góður vart við Ádams falnu ætt,
til vára frelsu offur bart tú tín einborna skatt!
Tær prísar nú hvørt tungublað og hvørt eitt hjartaslag:
"Guds lamb, nú fyri stríð títt hart, um ævi tøkk tú fært!"

            
Yrkjari: H. A. Brorson/Johs. Mortensen 1986
Umsett: Týskt fólkalag



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-