1. Eg síggi mín frelsara stríða,
á knøum hann stríðir í bøn.
Á Golgata krossur sæst bíða
og pínufull syndara løn.
Hann syndara løn fekk at kenna,
hann tømdi ta beiskastu skál,
:,: so blóðið av enni sást renna,
har bjargaði hann míni sál. :,:
2. Við svíkjarakossi varð svikin
sín meistara Judas upp gav.
Sum fangi brátt Jesus varð tikin,
ta nátt ikki freistarin svav.
Tó meira hann enn mátti líða,
við reimum hann húðflongdur varð;
:,: um ennið svárt tornirnar svíða,
tað var mína revsing hann bar. :,:
3. Til krossin teir Kristus so døma,
teir vilja nú síggja hans deyð'.
Hann skálina beisku má tøma
og doyggja í pínslu og neyð.
Á Golgata krossin teir hevja,
til plankan teir negla hann fast;
:,: har mátti hann ganga í deyða,
av kærleika hjarta hans brast. :,:
4. Tó deyðin ei kundi tær valda,
á páskum tú leinkjurnar sleit.
Ei djevulin kundi tær halda,
tá Gud til títt frelsuverk leit.
Úr syndini finst nú ein vegur,
ein vón handan deyða og sorg.
:,: Tín sigur tú okkum nú gevur
og bústað í himmalsins borg. :,
Yrkjari: Jørmund Foldbo
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir