G
Eg sá reistan langt burtur ein
C
vanvirdan kross,
D G D
eitt merki um pínslur og háð;
G C
og eg elski tann kross, har hin elskaði hekk,
D G
og øll syndin lá á honum tá.
D G
Ja, eg elski hin vanvirda kross,
C G D7
har mín sál hevur frelsuna sæð,
G C Am7
haldi meg til hin vanvirda kross
G D G D
og hann býti við krúnu ein dag.
2. Á hin krossur, sum vanvirdur, vrakaður er,
so heilt hann meg dregur at sær!
Tí, á Jesus, hvat fekk teg at bera tann kross!
Tað var dómurin, syndin hjá mær.
3. Á tú krossur! Teg fargaði blóðið so dýrt.
Hvør vakur, hvør kærur tú er!
Tí á tær var tað, Jesus hin sigurin vann,
sum heilagan, reinan meg ger.
4. Á tú vanvirdi krossur! Lat aldri ein dag
meg skammast at bera títt spott,
inntil Jesus skal turka hitt seinasta tár
av tí eyga, sum mangan var vátt!
Yrkjari: George Bennard.
Umsett: Victor Danielsen.
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir