E B C#m
1. Eg rósu upp sá næla
A E/B B7 E
úr tí glerstoyttu grund,
E B C#m
sum okkum um var talað
A E/B B7 E
til troystar forna stund.
B F#7 B
Tann rósan spretti fram
E B C#
á køldum, miðjum vetri
F#m E/G# A E/B B7 E
á nátt við Betlehem.
2. Um rósuna kappkvøði
eg nú við himins her,
ein jomfrú var hans móðir,
Maria rein og skær.
Í honum ljós skein fram
á myrkum, miðjum vetri
á nátt við Betlehem.
3. Tann rósan von og føgur
so reinan anga ber,
hon lyftir upp sítt høvur,
tí myrkrið hvørvur her.
Úr syndum og úr neyð
Gud hevur okkum bjargað,
oss himmiríkið beyð.
Yrkjari: Týskur sálmur
Umsett: Jacob Dahl, Heri Tróndheim
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir