Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Eg má hava Jesus við mær (nr 428)

          A
1. Eg má hava Jesus við mær,
       E            A
ganga eina kann eg ei.

Eg má vita, hann er hjá mær,
      B              E
og at hann mær lýsir leið.
         A
  Í hans fylgi har er trygt,
           D           A
  har mín sál er uttan frykt;
                        D
  glaður í hans spor eg stígi;
           A          E   A
  øll mín vón á hann er bygd.

 2. Eg má hava Jesus við mær,
– veik er trúgvin mær í lund,
men hans rødd so eym og blídlig
hjálpir mær á royndarstund.

 3. Eg má hava Jesus við mær,
við í lívsins harða stríð,
við í ljósum, góðum døgum,
við í tungu mótgangstíð.

            




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-