Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Eg leitaði tystur

      F        B         F
1. Eg leitaði tystur til kelduna har,
     C7                   F         C
Sum stilla kann ævinleiks tostan í mær.
   F        B         F
Eg leitaði tystur til kelduna har,
     C                            F
Sum brennandi tosta ei svala mær gav.

2. Tá ljóðaði rødd mær í oyruni mild:
"Kom deyðmóða sál, eg skal veita tær hvíld!"
Tað Harrin var sjálvur, ið veitti mær frið,
Hann fann meg og legði meg hjarta sítt við.

3. Hjá honum nú hvíli eg einans av náð’,
og ikki eg skilji Guds miskunnar ráð.
Mær bjarga rættlæti, halga er veitt,
hans heilaga blóð hevur sekt mína greitt.

4. Mær leingist at fáa ein svala frá tær,
tó túsund ferð’ hevur tú miskunna mær.
Við fagnaði oysi eg lind tíni av,
tú tystandi sál míni allan teg gav.

            
Yrkjari: Olaf Rasmussen
Umsett: Sámal Kallsoy



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-