Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Eg kann ikki telja øll saman (nr. 37)

D                         A
Eg kann ikki telja øll saman,
    D     Bm          A/E    A
tey prógv um Guds góðsku, eg fann,
   A/G        D/F# A/E  D
so føgur sum sól- arrisglæman
  Bm7     E9         A
í ótaldum døggdropum brann.
   Bm        A/C# D     Em7/G A
Eg kann ikki telj-a øll sam-  an,
    D7/F# G       D/A  A7    D
tey prógv um Guds góðsku, eg fann.

        2. Sum stjarnanna ótaldu skarar
tey hava ei navn ella tal,
men skína sum glógvandi varðar,
um fjøll og um døkkasta dal.
Sum stjarnanna ótaldu skarar
tey hava ei navn ella tal.
	3. Eg kann ikki telja øll saman –
tess meira eg lovsyngja má!
Eg kenni, at kærleikaglæman
ber prógv um Guds ævigu náð.
Eg kann ikki telja øll saman –
tess meira eg lovsyngja má!

            
Yrkjari: Lina Sandell
Umsett: Edm. í Garði.



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-