Sangir og akkordir

845 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Eg helt at eg vitsi hvat kærleiki er (nr 129)

1. Eg helt, at eg visti, hvat kærleiki er,
Og helt, at eg góður var.
So sá eg ein dagin ein krossfestan mann,
Hvørs likam blóðskeinur bar.

2. Eg hoyrdi, hann bað fyri hermonnunum,
Sum hongdu hann á tann kross.
Tá var mær, sum innast við hjartarót
Spratt kelda til tárafoss.

3. Eg boygdi meg stillur har krossinum hjá,
So heitur gráturin brann.
Eg sá, at mítt hjarta so ísakalt var,
Meg sjálvan syndigan mann.

4. Hann revsing ta bar, sum eg orsøk var til,
Ei syndari Jesus var.
Tá segði eg við hann: Mær miskunna tú,
Bið eisini fyri mær!

5. Hann bendi tá blíður sítt høvur til mín,
Tann krossfesti frelsari,
Og segði: Tú koma skalt við mær í dag
Til land teirra livandi.

6. Tey komu við friði tá yvir meg sæl,
Tey orð, sum meg troysta nú.
Eg synd mína sá og mín frelsara fann,
Hjá honum eg eigi bú.

            
Yrkjari: Chr. Ludwigs
Umsett: Johs Mortensen 1991



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-