F Bb F
Eg Golgata, tann gamla heyg,
Gm C F
við vátum eygum sá;
Bb F
har rann ein náðikelda reyð
Gm C F
mót mær – alt krossi frá.
F
Náðin vellir enn krossi av
Bb F
friðfylt eins og tað djúpa hav;
Bb F Dm
enn hon streymar um bygd og bý,
Bb C F
– enn er náðitíð.
2. Tann sjónin mær at hjarta gekk,
tá mína synd eg sá
í offurlambinum, ið hekk
og bløddi krossi á.
3. Eg sá, at Jesus mína skuld
og misgerð tók á seg;
í honum øll mín synd er huld,
tí frelstur eri eg.
4. Um allar ævir himni á
mín sál skal frøa seg
og lovsyngja tí frelsara,
sum doyði fyri meg.
Náðin streymar enn hesa stund;
kom, o, vinur, tað hevur skund!
Einans blóðið kann reinsa teg,
– opna himnaveg.
Yrkjari: Edwin O. Excell
Umsett: Petur J. Sigvardsen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir