Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Eg ein forsmakk av tí gleði

    A7      D      A       D  D/F#     Em      G      A
1. Eg ein forsmakk av tí gleði, sum er á Guds nýggju jørð, 
D     F#m       Bm             Em            A7
fái, tá eg søki megi, sum við altarborðið grør.
G          F#      Bm             G        A7   D
Fyri einki Jesus gevur tað, hann vann við deyða sín,
 G     D      G       D     Em      G    Asus A7
góða føðslu til mín hevur, sjálvur letur breyð og vín.

2. Hans áminning her vit gera, sum hann vildi, borð hans var,
her vit sameint við hann vera:" Eg í tykkum, tit í mær!"
Jesus gongur fyri borðum, rættir likam sítt og blóð
til hvønn gest, við hesum orðum: "fyri teg", o orð so góð.

3. Hetta er hans kærleiks undur, hann við borðið heilt alt ger,
sum við syndini fór sundur, kunnger sína sáttargerð.
Felagsskapin her hann nørir, byggir upp sítt kirkjulið,
systkin her hann saman førir, so tey fylgjast lið um lið.

4. Altarborðið forsmakk gevur av tí gleði, frelsan ber,
hana, Gud til síni hevur á tí endurføddu verð.
Hátt tí takkarsangur ljóðar fyri hetta borð á jørð.
Øllum til sítt borð hann bjóðar - mest tó teim, sum sita sør!

            
Yrkjari: C. Poulsen
Umsett: Johs. Mortensen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-