Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Dávid hirðadrongur var

         C
1. Dávid hirðadrongur var,
      F          C
ótta ei í barmi bar.
          F               C
Leyvur, bjarnir rak hann burt,
           D7              G
villdjór bleiv við stavi smurt.
       C           Em
Fyri lombum Dávid læt
         F            C
henda fríða, fjálga sang.
       Dm     G    C
Fyri lombum Dávid læt
        D7           G7
henda fríða, fjálga sang.

 C            F         C
Eg óttist ei, eg óttist ei,
 Am     Em F       C
Harrin Gud er við mær.
Dm    G    C
Eg óttist ei.

2. Goliat stórur kappi var,
eingin tordi honum nær.
Men hann háðaði Guds orð,
ynskti Ísrael í sor.
:/: Goliat brynjuklæddur brann
móti Ísraelsbørnum fram. :/:

3. Kongur Saul var nú í neyð,
eingin móti Goliat beyð,
ræddust kappans spjót og svørð
og hans ljótu orð so hørð.
:/: Men tá loypur Dávid upp
tekur sleingiband í hond. :/:

4. Dystur nú til reiðar er,
Dávid móti Goliat fer.
Steinur út úr sleingju rann,
móti pannu Goliats fann.
:/: Kappin tungt til jarðar fall,
kundi ikki spotta meir. :/:

            
Yrkjari: Ókendur




Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-