C             C/E   F   G7     C C7
Drag meg, o, Jesus, inn í tín favn,
F              C/E Am7    D7      G
inn til títt hjarta, ta sælastu havn!
C          Em     F         Esus E
Tú, sum á krossi fullgjørdi sátt,
 F            C        G  G#dim Asus A/G
lær meg tín frelsandi kærleikamátt!
 F            C/G      Gsus G  C
lær meg tín frelsandi kærleikamátt!
2. Drag meg, o, Jesus, drag meg, tó ei
gávur eg beri við mær á leið!
Á, bert eitt syndugt hjarta er mítt,
reinsa tað, Jesus, og ger tað til títt!
3. Drag meg, o, Jesus, alt, sum í mær
hindrar og skuggar, rætti eg tær!
Alt tað, ið forðar, kennir best tú,
alt, okkum skilur, o, tak tú tað nú!
4. Drag meg, til ein dag sál mín so sæl
sannar, at stríðið er vunnið so væl,
til alt mítt yrki virkast av tær,
til tú, o, Jesus, heilt livir í mær!
            
            
                
                Yrkjari: Lelia Morris 1898
                                Umsett: Edm. í Garði.
                
                
            
            
                Prenta
                Vís akkordir
                Goym akkordir