Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Djarvur stíg á sannleiksleið

      G
1. Djarvur stíg á sannleiksleið,
D7               G
ger tað, sum er rætt!
  C               G
Framá, vík í stríðnum ei,
     A7               D
men fast sum Dánjal statt!

 G
Torir tú sum Dánjal
  D7         G
eina standa her?
  C
Torir sannleika tú fylgja,
   G    D7       G
hvørja leið tað ber?

2. Mangur sterkur maður sveik,
tá ið mest galt um,
tá hann sá tann harða leik
mót vreiðum fíggindum.

3. Goliat enn falla má
fyri tí, sum kann
eina her við Gudi stá
og líta bert á hann.

4. Halt tí sannleiksmerkið hátt,
tá ið stríðið brann!
Stinnur statt, tá myrk er nátt,
og vinn, sum Dánjal vann!

            
Yrkjari: Philip P. Bliss
Umsett: V. Danielsen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-