D G
Byrja nú við trúgv og treysti,
D A/C# D A
Harrans fólk, hans nýggja ár!
D G
Sjá, hann kemur vinur besti,
A/G D/F# D/A A D
vitj-a vil oss kongur vár.
A D
Lat hann ei teg burtur sakna,
G D/F# A/C# D A
kom við pálmagrein í hond.
D G
Náttin líður; vakna, vakna!
D/F# G D/A A D
Ljósur dagur er í nánd.
2. Náðiár nú er upprunnið,
lýsir yvir víðu verð.
Hoyr, Guds orð av Jesu munni
fagnarboð nú okkum ber:
»Fangum vil eg frælsi veita,
blindum sjón og troyttum frið.«
Syndarum, sum til hans leita,
blídliga hann tekur við.
3. Rakna við úr tungum dvala,
vakna hvør, ið dølskur svav.
Álvarsom er Harrans tala;
nýt tey evni, Gud tær gav;
gakk so til títt verk við gleði.
Tykist alt tær myrkt at sjá,
bið so Gud um ljós og megi,
víst hann letur teg tað fá.
4. Kom Guds nýggjár! Kom at bera
gleðiboð um bygd og dal,
Harrans tíðindi kunngera,
so alt fólkið frætta skal:
Jesus komin er at bjóða
bjargan fyri teg og meg!
Tá skal hosianna ljóða
vítt á pálmaskrýddum veg.
Yrkjari: Mikkjal D. á Ryggi.
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir