F Gm C7 F
1. Børn, tey eru svørt og hvít og brúnlig.
Dm G C F
Skapari teirra er tann sami Gud.
C7 F
Tað er tí, at Gud øll hesi elskar,
Gm7 C7 F
og Guds ríki hoyrir slíkum til.
2. Myrk sum nátt á Blálondum tey eru,
húðin er svørt, men hjartað tað er reytt.
Tað er tí, at Gud øll hesi elskar,
og Guds ríki hoyrir slíkum til.
3. Sólin, hon er gul, sum tey í Kina,
húðin er gul, men hjartað tað er reytt.
Tað er tí, at Gud øll hesi elskar,
og Guds ríki hoyrir slíkum til.
4. Hvít sum kavi eru børn í Føroyum,
húðin er hvít, men hjartað tað er reytt.
Tað er tí, at Gud øll hesi elskar,
og Guds ríki hoyrir slíkum til.
5. Tevatnslit í Indiu tey hava,
húðin er brún men hjartað tað er reytt.
Tað er tí, at Gud øll hesi elskar,
og Guds ríki hoyrir slíkum til.
Yrkjari: Frederki Hjerrild
Umsett: Suni F. Jacobsen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir