Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Betlehems stjørna yndislig

1. O, Betlehems stjørna yndislig,
fjarskotna ljós - í dimmi við,
menniskjum lýsir handan evstu sýn.
Leiddi teir vísu menn á veg,
til teir hjá Jesus boygdu seg.
O, Betlehems stjørna yndislig, skín enn!

2. O, yndislig stjørna vón tú ber,
lýsir á nátt á píl’grímsferð,
til dagslýsið sæst á fjøllum, morgun ný.
Inn í tað land, har alt er væl,
glotti av vón tí lýsa skal.
O, Betlehems stjørna yndislig, skín enn!

Kór
O, Betlehems stjørna yndislig,
skín fyri okkum so sæst himnadýrd.
Lýs okkum leið nú gangast skal,
inn í tað land, har alt er væl.
O, Betlehems stjørnar yndislig, skín enn!

3. O, yndislig stjørna yndislig,
frelsa og signing er at fá,
heilt til í sælu krúnan vunnin er.
Jesus nú stjørna himins er,
ljós sítt tað bjarta víða ber.
O, Betlehems stjørna yndislig, skín enn!

Kór
O, Betlehems stjørna yndislig,
skín fyri okkum so sæst himnadýrd.
Lýs okkum leið nú gangast skal,
inn í tað land, har alt er væl.
:/: O, Betlehems stjørnar yndislig, skín enn!:/:

            
Yrkjari: Adger M. Pace, R. Fischer Boyce
Umsett: Torleif Johannesen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-