Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Bert ein dag (Nr. 491)

D                  Bm            Em/G    E/G#
1. Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái.
     A                        D
Ríka troyst til stirda sál og ond!
F#     Bm/A                 Em/G   E/G#
Hví nú stúra? Lít á Harrans náði,
       A                    D
alt jú hvílir í Guðs Faðirs hond.
D                  D/F#       G
Hann, sum alt mítt ber í faðirbarmi,
          Em    A7             D    F#
hvønn ein dag á fold mær senda vil
       Bm/A              Em/G    E/G#
partin mín av frøi og av harmi,
       A                 D
sum eg júst man treingja til.

2. Hann mær nær vil allar dagar vera
veita náði mær til hvørja tíð,
hvørja tunga stúran hann vil bera.
«Kraft og ráð», so eru orð hans blíð.
Hann vil verja hvørt eitt barn sítt kæra,
metta sálir við sítt náðiborð.
»Sum tín dagur skal tín styrki vera«*
– so hans lyftiríku orð.

3. Hjálp mær tá at líta trygt við vissu
bert á tíni lyfti, Harri kær,
so ei trúar djúpa frið eg missi,
sum títt orð bar mínum hjarta nær!
Vil í lund mær stúran taka ráðið,
veit mær styrk av tíni faðirhond;
bert ein dag, eitt bil í senn eg fái,
takkar stillan eyðmjúk ond!

            
Yrkjari: Lina Sandell
Umsett: Jógvan Nolsøe



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-