Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Beri eg sorg, sum man tyngja mítt sinn

    E                      A           E
1. Beri eg sorg, sum man tyngja mítt sinn,
            A      E/B B7      E
væta mítt eyga, fá tár á mín kinn,
  E                A          E
gera mær alljósan dag um til nátt,
             A       B   B7        E
her undir krossinum broytist alt brátt!

                             B7
Niður við krossin boyggi eg meg,
                               E
niðri við krossin - frið finni eg.
                      A          E
Hvat mær er fyri, og hvat ið ber á:
           A           E/B  B7        E
við Jesu kross eg Guds kærleik' hann sjá!

2. Havi eg roynslur, ið níta mær fast,
níva meg niður, so vón eingin sæst,
flýggi eg til henda elskaða stað,
her, undir krossinum, klárnar ein dag!

3. Herjar meg freisting so tølandi sterk,
doyvir mær viljan at gera Guds verk,
bivar mín sál undir freistarans hond,
her undir krossinum slitna hans bond!

4. Hvat mær er fyri, hvat henda mær kann,
trygd undir krossinum altíð eg fann.
>> Eg eri við tykkum!<< hevur hann sagt,
her undir krossinum alt nú er lagt

            
Yrkjari: Hjalmar Hansen
Umsett: Johs. Mortensen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-