C Am Dm7 G
1. Bókin um Jesus er bók fyri meg,
Dm7 G C
har møtir Gud mær og vísir mær veg.
Am Em/G F C
Bíblian hóskar til stór og til smá,
Am C C/G G C
øll, sum tað vilja, har hjálp kunnu fá.
2. Mong ymisk menniskju hitti eg har,
eitt fyridømi hvør teirra er mær,
góður teim øllum er Gud, faðir vár,
hann er hin sami í dag sum í gjár.
3. Besta, sum Bíblian lærir meg um,
er, hvussu Jesus var mót børnunum;
signing hans breiðir seg um alla verð,
bróðir og frelsari hann okkum er.
4. Glaður eg lesi um himmalsins heim,
staðin hjá Gudi við gleði og gleim.
Hann hevur lovað, at hvør tann, sum trýr,
einaferð koma skal har, sum hann býr.
Yrkjari: Kari Sandvik
Umsett: Johs. Mortensen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir