1. Andi Guds, kom nú við náði,
gev tú okkum lív og ljós,
máttur tín í okkum ráði,
gev oss rætta himlakós.
Lívsins orð tú okkum greiði,
leið tú tað í hjartað inn,
kenna lat oss tað, og leiði
tú tín eld í sál og sinn!
2. Kæri Jesus, vit teg biðja:
gev oss sálarbót og frið!
O, tú mást í miskunn siga
okkum um títt kærleiksmið.
Kom til hvørt eitt sorgtungt hjarta,
sum av synd so lúgvað er,
lýsi náðarsól tín bjarta,
sjálvur frið tín sálum ber!
3. Kæri Jesus, kom oss nærri,
trong í hjørtuni tú inn,
vára trúgv tú styrk, o, Harri,
halga okkum sál og sinn!
Tú títt oyra til oss vendi,
hoyr várt róp um meir enn grón:
eld frá himli tú oss sendi,
lær oss trúgv við vón mót vón!
4. Gud, sum var og er og verður
faðir, sonur, heilag ond,
hoyr, vit biðja, himins herur,
rætt tú okkum almátshond!
Kom til ung og kom til gomul,
kom við kraft og dýrd í dag,
so vit syngja glað øll somul:
Harrin er á hesum stað'!
Yrkjari: Bernhard L. Paludan-Muller
Umsett: Edm. í Garði
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir