C            G
1. Alt eg gevi Tær, o, Jesus
Am      Dm   G       C
alt eg bera vil til Tín.
 C           G     E/G#
Heimurin meg ikki longur
 Am     Dm    G        C
draga, lokka kann til sín.
  C           Dm   G           C
  Eg Tær gevi alt, eg Tær gevi alt;
                C/E     F     C/G     G   C
  gevi alt til Tín, o, Jesus, eg Tær gevi alt.
2. Alt eg gevi Tær, o, Jesus,
djúpt í dustið boyggi meg.
Tá Tú kallar, vil eg svara:
Send Tú meg, her eri eg.
3. Alt eg gevi Tær, o, Jesus;
alt, Tú átti, gavst Tú mær.
Andi Tín við mínum vitnar,
at eg eri barn hjá Tær.
4. Jesus, alt eg tær nú gevi,
tak meg allan, Harri kær';
fyll Tú meg við kraft og kærleik',
send eitt náðarregn frá Tær.
5. Alt eg Jesusi nú gevi,
heilagt ídni fylgir mær.
Fyri stóru frelsufrøi,
eg í ævir takki Tær.
  Eg Tær gevi alt, eg Tær gevi alt;
  ja, eg gevi Tær meg sjálvan, eg Tær gevi alt.
            
            
                
                Yrkjari: J. W. van de Venter
                                Umsett: Hanus Hansen týddi ør. 1-3 / Britt Joensen týddi ør. 4-5
                
                
            
            
                Prenta
                Vís akkordir
                Goym akkordir