Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Allan vegin hann meg leiðir (nr. 470)

E
Allan vegin hann meg leiðir,
         B 	         E
kann eg ynskja meir enn tað?
        A 	       E
Kann eg ivast um hans kærleik,
         F# 	       B
sum meg leiðir dag um dag?
          E        A         E
Himmalsk hvíld er við hans hjarta,
                       B
sjálvt tá stormar ýla mest;
  	E/G#  	           A
(tí eg veit, hvat enn meg hendir:
          E/B       B    E
tað, sum Jesus ger, er best. ) x2

2. Allan vegin hann meg leiðir,
hann mær gevur lívsins breyð,
gevur kraft til hvørja mótgongd,
gevur troyst og hjálp í neyð.
Tá eg mangan troyttur snávi,
og tá tostin plágar meg,
fløðandi úr lívsins kletti
gleðistreymar síggi eg.

3. Allan vegin hann meg leiðir,
– men hann elskar meir enn tað:
ævig hvíla mær er lovað
heima í hans ljósa stað.
Tá so síðsta stig er stigið,
farið er alt myrkt og kalt,
ævigt glaður skal eg sanna:
Jesus leiddi gjøgnum alt.

            
Yrkjari: Fanny Crosby
Umsett: Peter W. Háberg



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-