1. Algóði himlafaðir,
lat sannleiksorðið títt
greitt ljóða allar staðir
um allan heimin vítt,
so hvør ein sál tað kenna skal
eins armingar og frægir,
tú øll vilt gera sæl.
2. Títt orð er ljósið blíða,
sum lýsa okkum skal
hvørt stig á fold, vit stíga,
so leið kann enda sæl,
títt orð tað er tað bjarta ljós
um allan heimin víða,
sum vísir rætta kós.
3. Títt orð er stjørnan bjarta
sum lýsir blonk á nátt,
so kolamyrkrið svarta
má svinna burtur brátt;
títt orð, tað er tann stjørna bjørt,
sum uggar mannahjartað,
tá heimsins nátt er svørt.
4. Tað sannleiksorð at hoyra
mítt hjarta gleða kann,
at Gud ei burt vil koyra
tann, koma vil til hann.
Tað sannleiksorð meg gleða kann,
Gud teirra bøn vil hoyra,
sum venda sær til hann.
5. Lat sannleiksorð títt lýsa
til himmals okkum heim,
tann rætta vegin vísa
til sælu og til gleim
í Harrans vakra himmalstað,
har øll Guds børn tær prísa
og takka nátt sum dag.
Yrkjari: Hans M. Jacobsen
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir