Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Úr eystri og vestri brátt (Nr. 544)

D
1. Úr eystri og vestri brátt,
                   Em   A7
úr suðri og norðri við,
    Em         A7       Em      A7
tey sessast so mong við Jesusar borð
   Em        A    D
og ognast um ævir frið.
  
Tey skoða hans yndisbrá
               D/F# G
og mettast við sælu tá,
G      A/G      D/F#  Bm
syngja fagran takkarsong
    Em7     A     D
til Jesus, Dýrdarkong.

2. Úr havinum koma tey,
av illgongdum gøtum við,
av fjalli og hædd, úr dali og lægd
tey koma – eitt ótalt lið,
at klæðast í brúðarskreyt,
sín brúðgóm so vakran sjá,
hann, ið deyðans veldi breyt
og vann tey foldum frá.

3. Har savnast eitt fjølment lið,
sum loyst er úr heimsins trongd.
Ei longur er synd, ei longur er neyð,
og sorgin er útistongd.
Hitt fyrra er horvið burt,
nú glitrar alt reint og dýrt.
Gleðisongur ljómar hátt,
har er ei suff, ei nátt.

4. Hygg Himmalsins perlugrind,
hon víðopin stendur tær,
og tilgjørt er pláss tær dýrdini í,
ja, Jesus tær býður har.
Tey heimfarnu bíða glað
til fundin hin stóra dag,
hørpusláttur einglum frá
teim frelstu fagnar tá.

            
Yrkjari: Amanda Sandbergh
Umsett: Jonhard Jacobsen, Flóvin Tyril



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-