Sangir og akkordir

815 sangir í savninum
Navn Tekstur / Akkordir
Navn Tekstur / Akkordir

Í tínar hendur gevi eg meg (nr. 364)

D       G/D  D          A
1. Í tínar hendur gevi eg meg,
                        D
fátækur, armur biði eg teg,
                               G
Jesus, hvat kanst tú nýta meg til,
             D  Bm   G      A   D
ger við meg, Harri, so, sum tú vilt.

2. Í tínar hendur leiti eg inn
tungur og troyttur, særdur í sinn,
megi at hjálpa eigur bert tú,
Jesus, av náði bjarga mær nú.

3. Í tínar hendur gevi eg meg,
lív mítt eg leggi fram fyri teg;
reinan meg tváa, hvítan sum snjó,
Jesus, í tínum reinsandi blóð.

4. Í tínar hendur, Harri, hvønn dag,
í tína miskunn, Jesus, meg drag,
so at mín atferð vitnar um teg,
at tú í náði leyskeypti meg.

            
Yrkjari: Okkum ókendur
Umsett: Olaf Rasmussen



Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir
Skift dur
+
-