C
1. Í míni bíbil standa skrivað
G7
her kæru orð
um Jesus, tá hann ferðaðist
C
um bygdir her á jørð:
Hann tók smábørn í favn,
F
hann nevndi teirra navn
G7 C
og segði: >> Ríkið hoyrir teimum til.<<
2. Ja, hugsa tær, at skrivað er
í míni bíbilbók,
at Jesus rópti á eitt barn
og tað í favnin tók,
hann segði tá, at tann,
ið koma vil til hann,
má venda við og verða sum eitt barn.
3. Guds ríki hoyrir børnum til,
eg eri taldur við,
Guds ríki hoyrir børnum til,
eg eri taldur við.
Ja, besti vinur mín
er Jesus, frelsarin.
Ja, tað er stórt, eg eri taldur við.
Yrkjari: Ókendur
Umsett: Heri Tróndheim
Prenta
Vís akkordir
Goym akkordir