Leiðbeing fyri fyribyrgjan av kynsligum ágangi
Leiðbeining hjá Kirkjuligu Heimamissiónini at fyribyrgja kynsligum ágangi móti børnum og ómyndugum. Støðan hjá Heimamissiónini og hjálp hennara til misnýtt og skemmara.
1. Hvat er kynsligur ágangur?
Kynsligur ágangur verður skilgreinaður sum ein hugur hjá vaksnum, ið gongur børnum og ungum ov nær kynsliga, bæði í orðum, við kropsligari neming og sjónliga. Ágangur kann byrja við ósekum kropsnærleika og orðum, sum eru óhóskandi og ósmæðin og halda fram til at verða óhóskandi kínan, at lata seg úr, at nema kynsliga og við samlegu.
Lógarásett skilgreining av børnum og ungum er aldurin millum 0 og 15 ár. Men verður ágangurin framdur í familjuni, er aldursmarkið uppeftir 18 ár. Men talan er eisini um ágang, um skemmarin er í eini hægri støðu og brúkar støðuna til at fremja kynsligan ágang móti øðrum.
2. Støðan til fyrrverandi skemmarar
Fólk, ið hava framt ágang móti børnum ella ungum, mugu ongantíð aftur starva við børnum ella ungum, ei heldur um hann/hon hevur fingið viðgerð ella staðið fongsulsrevsing.
3. Reglur fyri leiðarar, bæði sjálvbodnar og starvssettar, ið starva við børnum
A. Hesar reglur eru gjørdar fyri at minka um vandan fyri, (1) at børn í kristiliga arbeiðinum verða fyri kynsligum ágangi, (2) at leiðarar verða órætt ákærdir fyri ágang, og (3) at leiðarar koma í støður, har lætt er at stíga barninum ov nær:
B. Soleiðis viðgert tú sum leiðari eina støðu, har eitt barn sigur tær frá kynsligum ágangi.
4. At velja sjálvbodnar og starvssettar leiðarar
Tað er sera umráðandi at vera umhyggin og varin, tá tú skalt velja leiðarar at arbeiða við børnum. Lat tað so heldur taka ta tíð, tað tekur, og møguliga vera færri at velja ímillum.
A. Leiðarar, sum skulu starva við børnum, skulu vera kendir í savnaðinum (t.e. missións- ella meinigheitshús) í eina tíð ella hava álítandi viðmæli frá tí savnaði, teir fyrr hava verið í.
B. Leiðarar, sum starva við børnum, skulu hava lisið og taka undir við teimum reglum, sum her eru settar upp. Innihaldið í reglunum er:
C. Allir leiðarar, bæði høgir og lágir, eiga at vera kunnugir við, hvussu vit fyribyrgja og varnast kynsligan ágang.
5. Mannagongd, tá ið illgruni ella skuldseting er um kynsligan ágang móti børnum
A. Soleiðis boðar tú frá:
Saman boða tit so barnaverndini frá. Sum borgari í Føroyum hevur tú skyldu til at boða barnaverndini frá hvørjum illgruna um ágang móti børnum! Fráboðanir skulu vendast til barnaverndartænastuna í økinum, har barnið býr. (Annars ber til at venda sær til Barnaverndarstovu Føroya, tel 302495, fax 302496, www.bvs.fo, ) Niðast í hesum skjali er brot úr lógini um barnavernd, sum sigur frá um fráboðanarskylduna.
B. Soleiðis tekur tú hond um barnið og familjuna:
C. Soleiðis stuðlar tú tí ákærda/u og familju hansara/hennara:
D. Soleiðis kann savnaðurin verða kunnaður:
Samtykt av Høvuðsstýrinum 3. apríl 2004, seinast dagført 5. september 2011
Brot úr løgtingslóg um barnavernd, kapittul 3 - Fráboðanarskyldan
§ 14. Øll, sum í starvi sínum hava við børn at gera og sum í hesum sambandi fáa kunnleika til viðurskifti, sum krevja, at komið verður uppí eftir hesi lóg, hava skyldu til navngivin at boða barnaverndartænastuni frá hesum. Fráboðanarskyldan sambært hesum stykki verður sett fram um ásetingarnar í øðrum lógum um tagnarskyldu í viðkomandi yrkjum.
Stk. 2. Tann, ið fær kunnleika til, at foreldur ella annar uppalari t.d. misrøkir, meinslar, misnýtir ella handfer barn soleiðis, at álvarsamur vandi er fyri tess sálarligu ella likamligu heilsu ella búning, hevur skyldu at boða avvarðandi barnaverndartænastu frá hesum. Fráboðarin kann vera ónavngivin.