Bloggur

Ævinleikaperspektiv

Dagurin í dag er ein sermerktur dagur uppá allar mátar. Klokkan er ikki so nógv enn, men beint nú sita eg og synirnir, sum eru 7 og 9 ár, og bíða. Vit bíða eftir klokkuni. Tí um 2 tímar gongur leiðin til Billund, har teir báðir skulu við Atlantsflog – uttan meg, uttan pápa teirra og systkin. Tað er ein sermerktur dagur - uppá allar mátar.

Teir báðir verða latnir í aðrar hendur á flogvøllinum, verða leiddir í øðrum hondum í flogfarið og móttiknir av tryggum hondum í Vágum seinnapartin í dag. Ikki tað, vit foreldur eru ikki stórvegis ávirkað av, at teir skulu ferðast, tí tað hava teir altíð gjørt. Teir eru heldur ikki ávirkaðir av ferðini fyri framman. Men hetta er fyrstu ferð, at teir skulu ferðast uttan okkum, og tann tankin ávirkar okkurt innast inni.

Hesir lítlu skapningarnir eru nú so stórir, at teir kunnu ferðast sjálvir – í tryggu kørmum Atlantsflog, sjálvandi, men allíkavæl, ha? Nú er hetta ikki ein reklama fyri flogfelagið, men heldur ein tanki um, hvussu skjótt tíðin er gingin hjá hesum dreingjum frá at vera óhjálpnir og lítlir til at vera verðinsmenn í miniformat.

Eg havi altíð hoyrt tey, ið eru eldri enn eg, siga, at tíðin flýgur. Tað ger hon, men tað visti eg ikki á sama hátt, tá eg var tannáringur. Tað er ikki fyrrenn nú, tá eg síggi, at 9 ár og 7 ár síggja soleiðis út, og hóast tað tykist sum vikur síðani verðinsmenninir vóru føddir, so er tað eitt heilt lív í teirra eygum. ‘Mega langt síðan’ í teirra eygum er kanska tríggir mánaðir, meðan tað eftir mínum tykki eru 30 ár.

Tíðin er nakað heilt serligt. Hon sæst sum so bara av tí, at hon gongur. Vit síggja, at tíðin gongur, tá tað myrknar á kvøldi og lýsnar á morgni. Tá dagarnir styttast, sum hesar dagar, og tá fólk, ið vit ikki hava sæð leingi, knappliga síggja so nógv broytt út. Vit síggja tað ikki altíð á okkum sjálvum, men finna vit eina eldri mynd, slepst ikki undan tankanum, at vit nokk eru eld eitt sindur.

Meðan eg havi skrivað, eru 20 minuttir gingnir, so nú styttist enn meir, til vit seta okkum í bilin og koyra leiðina á flogvøllin. At siga farvæl er ikki so stuttligt, og tað versnar við árunum, men samstundis er ein ágóði við at skilja, at tíðin gongur skjótt. Tað er ikki leingi, til vit kunnu fara eftir teimum aftur; tað er ikki so leingi til jóla,  tað er ikki so leingi til næstu lønarhækkan ella næstu feriuna, tað er jú slett ikki leingi, at vit liva her.

Tað kann vera, at eg eri við at fáa tað, sum summi kalla ævinleikaperspektiv. Tíðin her er fantastiska góð, men so evarska lítil. Har er so nógv annað fyri framman og jú nærri mann kemur, jú skjótari gongur tíðin. Tíðin skal njótast, men hon skal ikki steðgast, hóast hon tykist skifta frá at ganga til at renna, ja, enntá spurta.

Jim Morrison, frontmaður í The Doors, segði einaferð, at “framtíðin er óviss, men endin er altíð nær” og kanska eri eg bara púra samd. Vit vita so lítið um tað, sum er fyri framman; ja, vit hava faktiskt bara eitt, ið er vist: endin. Og kanska tað er ikki so galið at vita tað, tí av júst hesi orsøk kunnu vit gleðast um, at tíðin gongur – eisini hóast hon til tíðir tykist ganga ov skjótt. Tað, at tíðin gongur, merkir jú, at vit liva og uppliva. Hetta lívið fær ein enda, men lív okkara heldur fram.

Marita Tróndheim


Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni