Bloggur

Vit hava tørv á tínari hjálp

Í 25 ár hevur Leguhúsið í Nesvík hýst túsundtals børnum, ungum og vaksnum. Flest føroyingar kenna nemliga leguhúsið, har meginpartur av øllum børnum hava verið á legu. Leguhúsið verður brúkt alt árið fyrst og fremst til kristiligar legur fyri børn, ung og vaksin. Eisini er bygningurin leigaður út til seturskúlar, fyritøkur, venjingarlegur o.a. Samanlagt eru áleið 10-15.000 gistingar í Nesvík hvørt ár. 

Ígjøgnum árini er tørvurin vaksin. Í løtuni eru 132 seingjarpláss deild yvir 15 kømur, og ein stórur matsalur hýsir bæði máltíðum og felagstiltøkum. Ætlaða útbyggingin inniber 12 nýggj kømur, eina kombihøll á uml. 500 m2, sum kann brúkast til bæði størri tiltøk og møtir umframt ítrótt og spæl. Harafturat verða skiftirúm við brúsum og opin felagsøkir við vakrum útsýni oman ímóti vatninum.

Tørvurin at byggja út er stórur. Serliga er tørvurin á nýggju høllini, tí sum er má matsalurin ruddast og umskipast í samband við alt annað virksemi. Nýggja høllin kann hýsa upp til 500 fólkum til størri møtir, konsertir, skeið, fyrilestrar o.a.

Vit hava tørv á tínari hjálp

Byggingin av Leguhúsinum 1987-1993 varð borið av sjálvbodnum hondum. Tað sama er galdandi fyri útbyggingina. Útbyggingin er mett at kosta 30,5 mió. kr. u/MVG. At fara í holt við hetta er eitt trúarstig, ið ikki letur seg gera uttan stuðul frá fólki kring landið, ið eru góð við leguhúsið. Men vit síggja tørvin og trúgva at Guð vil føra okkum á mál.

Tí spyrja vit teg, um tú vilt vera við at gera dreymin til veruleika. So kunnu serliga børn og ung, men eisini stórir partar av Føroya fólki annars, fáa gleði av enn betur umstøðum í vælumtókta leguhúsinum.

Samanlagt tørvar okkum at samla inn 14,4 mió. kr. Harumframt verður tørvur á nógvum hjálpandi hondum til partar av útbyggingini.

Tú kanst stovna eina fasta mánaðarliga flyting ella tú kanst geva eina eingangs gávu. Tú kanst eisini skipa fyri sertiltøkum fyri at samla pening inn til leguhúsið, ella eggja øðrum til at lata eina gávu til útbyggingina.

Gev gávu til útbyggingina

2015
2014
2013
Leita eftir evni