Bloggur

Vit eru kallað til næstakærleika

Tað vakti ikki so lítið kjak, tá undanfarni løgmaður í eini nýggjársrøðu kom inn á flóttafólkastøðuna í Evropa og tær avbjóðingar, hetta hevur við sær.

Kom hann inn á, at vit føroyingar eisini hava ábyrgd at hjálpa hesum menniskjum, sum vegna kríggj og valdsgerðir í heimlandinum, leita sær hendan vegin. Sum eina grundgeving las hann upp orð Jesusar úr Matteus 25, 35: “Eg var svangur, og tit góvu mær at eta; eg var tystur, og tit góvu mær at drekka; eg var ókunnugur, og tit hýstu mær.” Nógv teirra eru kristin, sum vegna sína trúgv verða hótt og forfylgd í heimlandinum. Tað er serliga í Miðeystri, at støðan heilt út av lagi.

Onkur tók sær tykni av hesum og ákærdi løgmann fyri at misbrúka skriftina. Kortini kom kjakið mest at snúgva seg um, hvussu vit best kunnu hjálpa.  

Málið er somikið torskilt og samansett, at tað skal ikki verða umrøtt meira her. Men havandi í huga frásøgnir hjá Jesusi, bæði teirri løgmaður las burturúr og teirri um hin miskunnsama sámáriubúgvan, koma vit ikki burtur frá, at eisini hesi flóttafólk eru okkara næsti. Tá verður spurningurin ikki, hvør er mín næsti, men á hvønn hátt kann eg vera ein næsti fyri tey. 

Hetta málið og kjakið í kjalarvørrinum av tí rann mær í hug, tá eg um dagarnar las nakað um næstakærleika.

Har varð endurgivið brot úr samrøðu, norska útvarpið ein tollaksmessudag fyri nøkrum árum síðani hevði við prestin og sálmaskaldið Eivind Skeie. Ein av spurningunum, sum vórðu settir honum, var: “Hava vit loyvi til at hugna okkum við góðari samvitsku? Kunnu vit heilt og fult gleða okkum um alt tað góða, vit njóta um jólini, ja, í lívinum yvirhøvur?”

Svarið hjá Skeie ljóðaði nakað soleiðis: “Vit skulu ikki hava ringa samvitsku, at vit ikki sita køld, svong ella eru hótt av kríggi og fátækadømi. Vit skulu vera takksom og glað fyri alt tað góða, lívið gevur okkum bæði á jólum og annars.” Men, leggur hann afturat, alt hetta má eisini fáa okkum at seta okkum spurningin: Hvør er avbjóðingin? Hann vísir á, hvussu vit við øllum tí góða, vit hava møguleika til at njóta, altíð mugu hava tann spurningin í huga: Hvørjum vantar tað, eg kann gleða meg yvir? Á hvønn hátt er tað mín ábyrgd at deila tað við onnur?  

Meðan almennu Føroyar ikki kunnu reypa av tí, sum latið verður til hjálpararbeiði, so hava føroyingar sum heild altíð víst stóra vælvild og vilja til at hjálpa og stuðla. Hetta hevur eisini gjørt sítt til, at felagsskapir, sum standa fyri ymiskum hjálpararbeiði, tað verið her heima á landi ella aðrastaðni, altíð hava kunna gjørt góðan mun, har tey eru ella hava verið.

Hetta er at gleðast yvir, og vónandi royna vit hvør í sinum lagi at geva okkara íkast til, at tað kann halda fram, við bøn og vón um, at tað kemur teimum til góðar, sum tað er ætlað. Tað verði seg flóttafólk ella onnur.

Men tá talan er um næstrakærleika, so er hann, sum navnið sigur, nakað, vit eru kallað til at vísa móti teimum, sum eru okkum næst. Fyrst av øllum teimum, vit eru knýtt saman við í familjubondum, men eisini teimum, sum á ymiskan annan hátt eru við til at mynda lívið og gerandisdagin saman við okkum. Spurningurin um næstakærleika snýr seg ikki bara um, hvat vit kunnu geva av okkara yvirflóð, men eisini, hvussu vit eru mótvegis hvørjum øðrum.

Uttan mun til lívsumstøður kunnu vit øll vísa góðsku móti hvørjum øðrum og soleiðis hava eina jaliga ávirkan á hvønn annan.

Í lívinum eru ongar uttanveltaðar støður. Alt, sum møtir okkum, er ein avbjóðing, vit kunnu nýta til at byggja upp við ella at bróta niður við. At velja tað, sum byggir upp, er ikki altíð líka lætt. Tí tað kunnu vera viðurskifti, sum meira freista okkum til at velja tað, sum brýtur niður. Men tað góða er, at velja vit tað, sum er við til at byggja upp, so eru vit í Guds vilja og kunnu tí altíð rokna við hansara hjálp og kærleika.

Og kærleikin hevur tann vælsignaða eginleikan, at hann veksur í virði við at verða deildur - eitt virði, sum ger, at bæði tann, sum gevur, og tann, sum fær, gerast ríkari.

Jónsvein Bech


Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni