Í okkara tíð er óhóskandi at tosa um rætt og skeivt. Meira týdningarmikið er, hvat kennist gott.
Í eldfima kjakinum um hjúnabandslógina hevur verið kjakast um Guds vilja við hjúnabandinum, ikki minst hvat viðvíkur nøring og barnauppaling. Eitt sjónarmið er so, at tað er ein menniskjaligur rættur at fáa børn, og hvussu tað fer fram, kemur ongum við.
Uppá ein máta er hetta ikki ein nýggjur tanki. Fyri umleið 4100 árum síðani livdu eini hjún, sum vóru barnleys. Hetta var teimum ein sorg, og hóast Gud hevði lovað teimum eftirkomarar, tóku tey sakina í egnar hendur. Í samráð við Sáru, konu sína, legði Ábraham seg hjá trælkonuni, í vón um, at hon bleiv við barn. Tey óttaðust Gud – men í hesum føri vildu tey hava sín vilja! Avgerðin kom ikki at vera leiðin til eydnu, men setti sprungur í samlív teirra og fekk stórar avleiðingar fyri eftirtíðina.
Menniskjan er lítið broytt, og vit vilja hava tað, sum vit ynskja okkum, kosta hvat tað kosta vil. Tað veri pengar, status, familju, nýggjan maka og so framvegis. Tað er púra natúrligt, at tey, ið ikki játta trúnna á Gud, ikki spyrja eftir Guds vilja. Men fyri tey trúgvandi, eigur tað at vera eitt eyðkenni.
Framkomin tøkni hevur latið upp ein nýggjan heim, har menniskjan sjálv kann stýra ymiskum, sum vit frá náttúrunnar hond onga ávirkan hava á. Hetta ger millum annað, at menniskjasýnið er undir stórum trýsti, tí vit lættliga – og lógliga – kunnu enda lív og seta lív ígongd, tá vit vilja. Vit liva í peningaligari yvirflóð, sum letur upp nógvar møguleikar, bæði uppá gott og ilt. Lógarsmíðið ger, at vit lættliga kunnu giftast og eisini skiljast. Sostatt hava vit frælsi at liva og virka, sum vit vilja, men við frælsi fylgir ábyrgd! Virðini í samfelagnum eru eitt barometur fyri, hvar hjørtuni í samfelagnum eru. Tað ber væl til at liva eitt lív, sum sær pent út, men er títt hjarta vent ímóti Gudi?
Kristinlívið snýr seg ikki um at hava ávísar meiningar, og royna at látast sum, at alt er frálíkt. Men tað er at liva í áliti á Gud, og biða “verði vilji tín”, eisini tá lívið rakar okkum har, sum vit eru eymast. Tað er at seta Gud framum egnar kenslur og ynski, og lata hann sleppa inn í øll øki í lívinum; kærleikslív, familjuviðurskifti, peningaviðurskifti, arbeiðsviðurskifti og tað, vit annars eru upptikin av. Tað er at biða “verði vilji tín”, eisini tá Guds vilji ikki samsvarar við egnan vilja.
Vit ynskja andliga veking, og at menniskju mugu koma til trúgv á Jesus. Hetta byrjar ikki í lógarsmíði ella almennum skipanum, men í at tey trúgvandi boyggja seg fyri Harranum. At trúgvandi ganga undan sum Kristi eftirfylgjarar, og at lívið endurspeglar Kristus. Broytingin hendir í hjartanum fyrst, og speglast síðani aftur í samfelagnum – ikki øvut. Meira týdningarmikið enn at gremja seg um heimsins forfall, er at rannsaka egið hjarta. Er Guds leiðsla ein veruleiki í mínum egna lívi? Trái eg eftir Guds vilja? Ella er mín hjartans bøn í veruleikanum “verði vilji mín”?
Jórun Pólsdóttir
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.
-
Borgarlig og kirkjulig vígsla av samkyndum
27.08.2015
-
Vit hava tørv á tínari hjálp
23.10.2015
-
Hvat motiverar teg til tænastu?
24.10.2015
-
Náði-regnskjólið
01.11.2015
-
Hvat við teimum smáu syndunum?
05.11.2015
-
Fríur vitnisburður – heilag kúgv ella hent amboð?
24.11.2015
-
“Kynsneutralt hjúnalag” snýr seg ikki bara um tvey vaksin
01.12.2015
-
"Eg eri ikki kallaður"
08.12.2015
-
Hvussu mong menniskju sært tú her?
15.12.2015
-
Hvat er hjúnabandið?
19.01.2016
-
Kløn og í góðari venjing, tá ið Jesus kemur aftur
26.01.2016
-
Skeri eg teg her, so missi eg teg har
02.02.2016
-
Kristin undir øktum trýsti
09.02.2016
-
Vælkomin í klubban
16.02.2016
-
Fyrimynd og umdømi hevur alt at siga
23.02.2016
-
Børnini eru nútíðin og framtíðin
01.03.2016
-
Tosa við børnini um porno
08.03.2016
-
Verði vilji mín!
22.03.2016
-
Verði tó ikki vilji mín, men tín!
29.03.2016
-
Samanhald í kirkjuni
05.04.2016
-
Uppskrift uppá veking
12.04.2016
-
Kristintrúgvin í Føroyum anno 2016
19.04.2016
-
Kristin ella kultur-kristin
26.04.2016
-
Evangeliið er betri enn grindaboð
17.05.2016
-
Nógv ung virkin í útimissión
24.05.2016
-
Kann ein koma, um ein er samkyndur?
31.05.2016
-
Bardagin um børnini
07.06.2016
-
Svør finnur tú í svørðinum
14.06.2016
-
Hvat varð av tíðini?
28.06.2016
-
Pínan í einum tári
05.07.2016
-
Bíblian og Batman
12.07.2016
-
Hugsjónir og átrúnaður
19.07.2016
-
Ein millión gevur tankar
23.08.2016
-
Gudsmynd, heilasíla og gerandisdagur hanga saman
06.09.2016
-
Vit eru kallað til næstakærleika
20.09.2016
-
Munadygg missión
11.10.2016
-
Ævinleikaperspektiv
18.10.2016
-
Skuggaleikurin og reyði tráðurin
01.11.2016
-
Handakraft ella himmalkraft
08.11.2016
-
Títt lív liggur í Guds hondum
22.11.2016
-
“So er tað yvirstaðið”
13.12.2016
-
Framtíðin í ungdómsarbeiði – ungdómsleiðari ella tiltaks-fyriskipari?
10.01.2017
-
100% almennur
24.01.2017
-
Ørindini á prædikustólinum
28.02.2017
-
Reformatión - er tað neyðugt?
07.03.2017
-
Sí, hvussu tey elska hvør annan
14.03.2017
-
At leiða fýra felagsskapir samstundis
21.03.2017
-
Uttan náðigávur er samkoman skerd
04.04.2017
-
Farið tí
11.04.2017
-
Páskirnar eru als ikki farnar afturum!
28.04.2017
-
Hvør ella hvat eri eg?
23.05.2017
-
Hvør ræður í tínum lívi?
21.06.2017
-
Tora vit at røra tað størsta tabuið?
29.08.2017
-
– Kirkjan er fullsett, tíverri er ikki pláss fyri tykkum
05.09.2017
-
Verður øll Bíblian boðað hjá tykkum?
14.09.2017
-
Relatiónir fram um traditiónir?
20.10.2017
-
Trúarfrælsi
01.11.2017
-
Nýggi sáttmálin
15.11.2017
-
Náttúruvísindi ella gudfrøði?
21.11.2017
-
Ósjónligir múrar
06.12.2017
-
Eg velji Guds ríki
20.12.2017
-
Hava vit tíð at vera ein næsti?
14.02.2018
-
Hví prædika?
07.03.2018
-
Børnini ganga í okkara fótasporum
15.03.2018
-
Jesu passiva rættvísi
04.04.2018
-
Sjómansmissiónin møtir menniskjum, har tey eru
02.05.2018
-
Jú, hetta eru føturnir á børnunum hjá okkum!
27.05.2018
-
At vinna á freisting
13.08.2018
-
Er missiónin ein spennitroyggja?
25.09.2018
-
Jú minni dýpd, jú meira glimmur?
19.12.2018
-
Eydna
16.01.2019
-
Sært tú møguleikan?
23.01.2019
-
Komi ikki heim aftur, fyrr enn Føroyar hava fingið fría fosturtøku
20.02.2019
-
Nehemia 2019 – Hjúnabandið, hvíludagurin og gevaralyndið
25.03.2019
-
At raðfesta
02.04.2019
-
Sjáldan er forvitin fegin
17.04.2019
-
Harmur og gleði í felag tey reika
01.05.2019
-
Heimsmál #1
08.05.2019
-
Samskifti
16.05.2019
-
Eg hevði rætt til lívið!
28.06.2019
-
Byggja Guds ríki
04.07.2019
-
Framgongd - ella afturgongd?
09.10.2019
-
Felagsskapur og einsemi
16.10.2019
-
Tað skríggjar til himmals
21.11.2019
-
Eri eg tann, eg eri, ella?
02.12.2019
-
Gávumildni er kærleikans termometur
05.12.2019
-
Ein í rúgvuni
09.12.2019
-
Adventin er okkara fagnaðarár
19.12.2019
-
Kom og ver við at náa tíni medmenniskju – á trubodin.fo
05.02.2020
-
Bønartúr
12.02.2020
-
Kristin list - hin fjalda tænastan
08.07.2020
-
Hvat skulu vit gera í heyst?
20.08.2020
-
Avbjóðingar
23.04.2021
-
Um so lýsnar halda lívið í mær
05.05.2021
-
10 orð eg ongantíð gloymi
12.09.2021
-
Hevur tú einki gott at sita, so er betur at tiga!
18.09.2021
-
Kann Gud fyrigeva sjálvmorð?
03.05.2022
-
Tá ið ongin sannleiki er longur
27.06.2024