Eg havi ofta hugsað um Gud, hvussu hann er, og hvat hann heldur um meg.
Tá tað gongur væl, er tað lættari at hugsa, at Gud er glaður fyri meg, og at eg als ikki eri so galin. Men tá eg ikki havi tað so gott og stríðist við synd og fordøming, so verður myndin av Gudi mangan ávirkað av mínum sinnalagi, og eg upplivi Gud meira sum ein dómara, sum hyggur at og er misnøgdur við mína handling, ja kanska mín persón.
Mangan hoyrir man fólk siga, at tey bara síggja Gud sum ein, sum situr uppi í Himlinum og lúrir eftir teimum, og er klárur at sláa til, tá tað gongur galið. Tey kenna bara Gud sum dómaran; tann stranga, ið einans hevur kritikk og dóm at geva. Tí eru tey bangin fyri honum ella eru komin til ta niðurstøðu, at Gud vil eg einki hava við at gera.
-
Tað kann vera trupult at vita, hvat sannleikin er um meg og mína støðu. Vit síggja so ymiskt uppá tingini, og mangan ber ikki til at siga, hvat er rætt og skeivt, tí okkara sjónarmið og upplivilsi eru so avmarkað og mótsigandi.
Í tvístøðum er vanligt at søkja eina avgerð í einum rættarmáli. Í einum rættarmáli, har tveir partar eru ósamdir, er tað upp til dómaran at finna út av, hvussu málið sær út, og hvat lógin sigur. Út frá framløgum hjá verja og ákæra og frágreiðingum frá vitnum, má hann gera sær eina mynd av, hvat sannleikin er aftanfyri málið. Síðani við sannleikanum og lógini kemur hann til niðurstøðu um, hvat er rætt og skeivt.
Dómarin kann ikki ganga eftir sínum egna høvdi og døma, sum best ber til. Hann má døma samsvarandi lógini, so at tað, sum er lógligt, ikki verður dømt, og tað, sum er ólógligt, verður dømt. Um ein so verður funnin sekur, er til seinast eftir at finna út av, hvør straffin skal vera fyri lógarbrotið.
-
Í dag kom eg at hugsa um, at um eg geri nakað, sum er ólógligt, so er tað í veruleikanum eg sjálvur, sum eri orsøk til dómin. Um eg geri sum lógin sigur, er ikki tørvur á nøkrum dómi, og harvið er tað ikki dómarin, sum vil mær nakað ilt, men tað eri eg sjálvur, sum er orsøkin til, at eg eri sekur og skal fáa ein dóm.
Tað er hesin parturin, sum stundum kiksar hjá okkum. Eg fangi oftani meg sjálvan í at ganga runt og døma onnur, heldur enn at vísa til dómaran. Tað er ikki ein góður gróðrarbotnur fyri áliti, tá vit uppføra okkum, sum um vit eru sannleikin, heldur enn at vísa á hann, sum (hóast hann segði seg vera vegurin, sannleikin og lívið) ikki dømdi, men tók allan dómin á seg sjálvan. Tað er bara hann, sum veit hvat endaligi sannleikin um meg og teg er og - meira enn tað - kann sannføra okkum um, hvat endaliga loysnin er fyri okkara lógarbrot.
-
Tá vit framyvir síggja okkara næsta stríðast við at halda lógina, lat okkum so ikki spæla fríspæl sum dómarar, men heldur siga "Vælkomin í klubban!" Eg kenni ein góðan verja, sum ikki einans hevur ført sakina fyri meg fyri einki, men hevur vunnið øll rættarmálini, tí hann hevur longu sitið allan dómin fyri okkum.
Gunnar K. Nattestad
-
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.
-
Borgarlig og kirkjulig vígsla av samkyndum
27.08.2015
-
Vit hava tørv á tínari hjálp
23.10.2015
-
Hvat motiverar teg til tænastu?
24.10.2015
-
Náði-regnskjólið
01.11.2015
-
Hvat við teimum smáu syndunum?
05.11.2015
-
Fríur vitnisburður – heilag kúgv ella hent amboð?
24.11.2015
-
“Kynsneutralt hjúnalag” snýr seg ikki bara um tvey vaksin
01.12.2015
-
"Eg eri ikki kallaður"
08.12.2015
-
Hvussu mong menniskju sært tú her?
15.12.2015
-
Hvat er hjúnabandið?
19.01.2016
-
Kløn og í góðari venjing, tá ið Jesus kemur aftur
26.01.2016
-
Skeri eg teg her, so missi eg teg har
02.02.2016
-
Kristin undir øktum trýsti
09.02.2016
-
Vælkomin í klubban
16.02.2016
-
Fyrimynd og umdømi hevur alt at siga
23.02.2016
-
Børnini eru nútíðin og framtíðin
01.03.2016
-
Tosa við børnini um porno
08.03.2016
-
Verði vilji mín!
22.03.2016
-
Verði tó ikki vilji mín, men tín!
29.03.2016
-
Samanhald í kirkjuni
05.04.2016
-
Uppskrift uppá veking
12.04.2016
-
Kristintrúgvin í Føroyum anno 2016
19.04.2016
-
Kristin ella kultur-kristin
26.04.2016
-
Evangeliið er betri enn grindaboð
17.05.2016
-
Nógv ung virkin í útimissión
24.05.2016
-
Kann ein koma, um ein er samkyndur?
31.05.2016
-
Bardagin um børnini
07.06.2016
-
Svør finnur tú í svørðinum
14.06.2016
-
Hvat varð av tíðini?
28.06.2016
-
Pínan í einum tári
05.07.2016
-
Bíblian og Batman
12.07.2016
-
Hugsjónir og átrúnaður
19.07.2016
-
Ein millión gevur tankar
23.08.2016
-
Gudsmynd, heilasíla og gerandisdagur hanga saman
06.09.2016
-
Vit eru kallað til næstakærleika
20.09.2016
-
Munadygg missión
11.10.2016
-
Ævinleikaperspektiv
18.10.2016
-
Skuggaleikurin og reyði tráðurin
01.11.2016
-
Handakraft ella himmalkraft
08.11.2016
-
Títt lív liggur í Guds hondum
22.11.2016
-
“So er tað yvirstaðið”
13.12.2016
-
Framtíðin í ungdómsarbeiði – ungdómsleiðari ella tiltaks-fyriskipari?
10.01.2017
-
100% almennur
24.01.2017
-
Ørindini á prædikustólinum
28.02.2017
-
Reformatión - er tað neyðugt?
07.03.2017
-
Sí, hvussu tey elska hvør annan
14.03.2017
-
At leiða fýra felagsskapir samstundis
21.03.2017
-
Uttan náðigávur er samkoman skerd
04.04.2017
-
Farið tí
11.04.2017
-
Páskirnar eru als ikki farnar afturum!
28.04.2017
-
Hvør ella hvat eri eg?
23.05.2017
-
Hvør ræður í tínum lívi?
21.06.2017
-
Tora vit at røra tað størsta tabuið?
29.08.2017
-
– Kirkjan er fullsett, tíverri er ikki pláss fyri tykkum
05.09.2017
-
Verður øll Bíblian boðað hjá tykkum?
14.09.2017
-
Relatiónir fram um traditiónir?
20.10.2017
-
Trúarfrælsi
01.11.2017
-
Nýggi sáttmálin
15.11.2017
-
Náttúruvísindi ella gudfrøði?
21.11.2017
-
Ósjónligir múrar
06.12.2017
-
Eg velji Guds ríki
20.12.2017
-
Hava vit tíð at vera ein næsti?
14.02.2018
-
Hví prædika?
07.03.2018
-
Børnini ganga í okkara fótasporum
15.03.2018
-
Jesu passiva rættvísi
04.04.2018
-
Sjómansmissiónin møtir menniskjum, har tey eru
02.05.2018
-
Jú, hetta eru føturnir á børnunum hjá okkum!
27.05.2018
-
At vinna á freisting
13.08.2018
-
Er missiónin ein spennitroyggja?
25.09.2018
-
Jú minni dýpd, jú meira glimmur?
19.12.2018
-
Eydna
16.01.2019
-
Sært tú møguleikan?
23.01.2019
-
Komi ikki heim aftur, fyrr enn Føroyar hava fingið fría fosturtøku
20.02.2019
-
Nehemia 2019 – Hjúnabandið, hvíludagurin og gevaralyndið
25.03.2019
-
At raðfesta
02.04.2019
-
Sjáldan er forvitin fegin
17.04.2019
-
Harmur og gleði í felag tey reika
01.05.2019
-
Heimsmál #1
08.05.2019
-
Samskifti
16.05.2019
-
Eg hevði rætt til lívið!
28.06.2019
-
Byggja Guds ríki
04.07.2019
-
Framgongd - ella afturgongd?
09.10.2019
-
Felagsskapur og einsemi
16.10.2019
-
Tað skríggjar til himmals
21.11.2019
-
Eri eg tann, eg eri, ella?
02.12.2019
-
Gávumildni er kærleikans termometur
05.12.2019
-
Ein í rúgvuni
09.12.2019
-
Adventin er okkara fagnaðarár
19.12.2019
-
Kom og ver við at náa tíni medmenniskju – á trubodin.fo
05.02.2020
-
Bønartúr
12.02.2020
-
Kristin list - hin fjalda tænastan
08.07.2020
-
Hvat skulu vit gera í heyst?
20.08.2020
-
Avbjóðingar
23.04.2021
-
Um so lýsnar halda lívið í mær
05.05.2021
-
10 orð eg ongantíð gloymi
12.09.2021
-
Hevur tú einki gott at sita, so er betur at tiga!
18.09.2021
-
Kann Gud fyrigeva sjálvmorð?
03.05.2022
-
Tá ið ongin sannleiki er longur
27.06.2024