Bloggur

Uttan náðigávur er samkoman skerd

Í hesum døgum er grøðing eitt nógv umrøtt evni, kanska serliga eftir Hans Berntsen herfyri helt grøðingarmøtir kring landið, har fleiri hundrað fólk møttu upp. Sjúka rakar øll, so tað er ikki undarligt, at evnið fyllur nógv.

Hesir spurningar hava altíð fylt nógv. Vit síggja, at á Jesu døgum stendur hesin partur sterkur í tí tænastu, sum Jesus gjørdi, tá hann grøddi stórar skarar av fólki. Umleið 25% av tí, sum er skrivað í evangeliunum, handlar um grøðing. Jesus sjálvur áleggur eisini okkum í missiónsboðunum (Mark 16,17-18), at vit skulu leggja hendurnar á sjúk, og tey skulu verða frísk.

Tá hetta at biðja fyri sjúkum er meira óvanligt hjá okkum, er tað orsakað av manglandi kunnleika? Ella er tað tí at óttin stýrir okkum? Hvat nú, um hon ikki verður grødd? Undarligt at hugsa, tá vit samstundis siga, at tað er bert hann, sum kann grøða. Og satt er tað; tað er bert hann, sum kann grøða. Hvat er so at óttast, tá Jesus biður okkum um at handla uppá hansara orð?

Men skal ein ikki hava eina serliga náðigávu fyri at biðja fyri sjúkum? Í missiónsboðunum hjá Markus í kapittul 16 eru hetta eini boð og eitt lyfti til øll okkum, sum trúgva, at vit skulu fara út og handla uppá tað sum Guds orð sigur. Samstundis lesa vit í Fyrra Korintbrævi 12, at Paulus umtalar grøðing sum eina serliga náðigávu. So øllum er álagt at biðja fyri sjúkum, men summi hava fingið serligar gávur til at grøða (1 Kor 12,9).

Er tað tí at Bíblian er ógreið, at náðigávur eru fremmandar fyri okkum? Nei, hon umtalar hesar gávur í greiðum vendingum, og tað áliggur okkum at tráa eftir hesum gávum. 

Ikki í orðum, men í kraft
Tað verðsliga menniskjað søkir allar møguligar alternativar hættir fyri at fáa grøðing og finna seg sjálvt. Hvat kunnu vit bjóða? Gud vil gjarna yvirnatúrliga møta øllum menniskjum. Paulus minnir okkum á, at Guds ríki stendur ikki í orðum, men í kraft. Kunnu vit vísa hetta? Í Efesusbrævinum 3,20 lesa vit: ”Men honum, sum er mentur í øllum lutum at gera langt út um alt tað, sum vit biðja um ella skilja, eftir teirri kraft, sum virkar í okkum.”

Tá tað nú er Gud, sum hevur skapt hesar gávur, og ikki vit menniskju, hvat man hann hugsa, tá vit ikki geva hesum gávum meira ans, so at tær kunnu verða ein natúrligur partur millum okkum Guds børn? Hann hevur skapt tær við einum endamáli – til uppbygging av kirkjuliðinum.

Paulus brúkar okkara likam sum eina mynd, tá hann umtalar náðigávurnar. Eingin av okkum kann vera nakran likamslut fyri uttan. Manglar ein, so eru vit skerd, handikappað. Soleiðis er eisini Guds kirkja/samkoma skerd, handikappað, tá allar náðigávurnar ikki verða praktiseraðar.

Jeffri Johannesen


Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni