Í tíðum við fáum ella ongum kristiligum vekingum eru viðhvørt røddir frammi, sum siga, at skulu vit fáa veking, mugu vit broyta møtiform, møtitíðir, taka nýmótans ljóðføri og arbeiðsamboð í nýtslu, lýsa við grøðingarmøtum, lovsangsmøtum...
Tað kann væl vera, at broytingar eru neyðugar fyri betur at náa nútíðarmenniskju.
Tí skulu allar kristiligar leiðslur til eina og hvørja tíð spyrja seg sjálvar:
“Hvussu náa vit longst út við gleðiboðskapinum um Jesus til okkara samtíð við teimum umstøðum, amboðum og fólkum, vit hava”?
Og tó, so eru tað hvørki okkara kristiligu arbeiðshættir, ljóðføri, snildi, grøðingar... sum í sjálvum sær skapa veking.
Viðhvørt verður víst aftur til reformatiónina og tær stóru vekingarnar og sagt:
“Tá arbeiddi Gud. Tá átti Gud lýdnar og andsfyltar tænarar, og tá vóru menniskju vakt og komu til trúgv á Jesus!” Satt er tað, og nøkur eru vit, sum leingjast og biðja eftir, at tílíkar vekingar koma aftur. Men spyrja vit samstundis:
- Hvør byrjaði reformatiónina? Gud.
- Hvar byrjaði reformatiónin? Í Luthers syndiga hjarta.
- Hvussu byrjaði reformatiónin? Í og við at gleðiboðskapurin gjørdist livandi og viðkomandi, ja, “varð Guds kraft til frelsu”
Leita vit longur upp í tíðina og spyrja: - Hvør byrjaði Heimamissiónina? Hvar byrjaði Heimamissiónin? Hvussu byrjaði Heimamissiónin?
Ja, so fáa vit sama svar sum omanfyri.
Kvinnur og menn vórðu frelst í og við, at tey hoyrdu og tóku ímóti Guds orði og upplivdu tað sama sum ápostlarnir:
”Vit kunnu ikki annað enn tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt”
Tey gjørdust livandi vitni um ein livandi Gud.
Lesa vit kirkju- og missiónssøgu, so prógvar hon tað, sum Nýggja Testamenti greitt lærir, at sonn kristilig veking gongur á tveimum beinum: Boðan og bøn.
Boðanin av Guds livandi orði og bønin til Guds eru saman týdningarmestu amboðini í byggingini av Guds ríki á jørð.
Mær vitandi er Gud ikki komin við nýggjum arbeiðsamboðum fyri veking.
Tí má Guds fólk fylgja hesi gomlu og royndu uppskrift - eisini í komandi tíð, um vit framhaldandi skulu vænta vekingar.
Av somu orsøk má ella kann onki koma ístaðin fyri boðanina av Guds orði og bønina.
Samstundis er Bíblian svørðið/vápnið, ein og hvør kristin hevur at berjast við og verja seg við.
Nýt tað dúgliga.
Bønin er “andadrátturin” í kristinlívinum. Anda tí dúgliga!
Nei, tað finst eingin løtt ella nýmótans uppskrift til sanna kristiliga veking.
Uppskriftin eitur – sum altíð: Boða og bið. Sáa og væta.
Tað er stríggið, ja, men Guds lyfti hvíla yvir tí arbeiðinum.
Ert tú ein kristin, so liv sum ein sannur kristin, sum tekur alla synd í størsta álvara.
Harvið tekur tú Jesus, náðina og fyrigevingina í álvara og ærir Gud og livir “vekjandi”.
Tann “kristni”, sum ikki tekur alla synd í álvara, verður ein forðan fyri veking og skuggar fyri Jesusi.
Okkara gerðir kunnu ikki skapa veking, men tær kunnu sanniliga forða fyri veking.
Gud er tann sami nú, sum á døgum Paulusar, Luthers og tá missiónin byrjaði.
Hann vil veking. Vilt tú eisini tað?
Gud arbeiðir fyri veking. Gert tú eisini tað?
Torleif Johannesen
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.
-
Borgarlig og kirkjulig vígsla av samkyndum
27.08.2015
-
Vit hava tørv á tínari hjálp
23.10.2015
-
Hvat motiverar teg til tænastu?
24.10.2015
-
Náði-regnskjólið
01.11.2015
-
Hvat við teimum smáu syndunum?
05.11.2015
-
Fríur vitnisburður – heilag kúgv ella hent amboð?
24.11.2015
-
“Kynsneutralt hjúnalag” snýr seg ikki bara um tvey vaksin
01.12.2015
-
"Eg eri ikki kallaður"
08.12.2015
-
Hvussu mong menniskju sært tú her?
15.12.2015
-
Hvat er hjúnabandið?
19.01.2016
-
Kløn og í góðari venjing, tá ið Jesus kemur aftur
26.01.2016
-
Skeri eg teg her, so missi eg teg har
02.02.2016
-
Kristin undir øktum trýsti
09.02.2016
-
Vælkomin í klubban
16.02.2016
-
Fyrimynd og umdømi hevur alt at siga
23.02.2016
-
Børnini eru nútíðin og framtíðin
01.03.2016
-
Tosa við børnini um porno
08.03.2016
-
Verði vilji mín!
22.03.2016
-
Verði tó ikki vilji mín, men tín!
29.03.2016
-
Samanhald í kirkjuni
05.04.2016
-
Uppskrift uppá veking
12.04.2016
-
Kristintrúgvin í Føroyum anno 2016
19.04.2016
-
Kristin ella kultur-kristin
26.04.2016
-
Evangeliið er betri enn grindaboð
17.05.2016
-
Nógv ung virkin í útimissión
24.05.2016
-
Kann ein koma, um ein er samkyndur?
31.05.2016
-
Bardagin um børnini
07.06.2016
-
Svør finnur tú í svørðinum
14.06.2016
-
Hvat varð av tíðini?
28.06.2016
-
Pínan í einum tári
05.07.2016
-
Bíblian og Batman
12.07.2016
-
Hugsjónir og átrúnaður
19.07.2016
-
Ein millión gevur tankar
23.08.2016
-
Gudsmynd, heilasíla og gerandisdagur hanga saman
06.09.2016
-
Vit eru kallað til næstakærleika
20.09.2016
-
Munadygg missión
11.10.2016
-
Ævinleikaperspektiv
18.10.2016
-
Skuggaleikurin og reyði tráðurin
01.11.2016
-
Handakraft ella himmalkraft
08.11.2016
-
Títt lív liggur í Guds hondum
22.11.2016
-
“So er tað yvirstaðið”
13.12.2016
-
Framtíðin í ungdómsarbeiði – ungdómsleiðari ella tiltaks-fyriskipari?
10.01.2017
-
100% almennur
24.01.2017
-
Ørindini á prædikustólinum
28.02.2017
-
Reformatión - er tað neyðugt?
07.03.2017
-
Sí, hvussu tey elska hvør annan
14.03.2017
-
At leiða fýra felagsskapir samstundis
21.03.2017
-
Uttan náðigávur er samkoman skerd
04.04.2017
-
Farið tí
11.04.2017
-
Páskirnar eru als ikki farnar afturum!
28.04.2017
-
Hvør ella hvat eri eg?
23.05.2017
-
Hvør ræður í tínum lívi?
21.06.2017
-
Tora vit at røra tað størsta tabuið?
29.08.2017
-
– Kirkjan er fullsett, tíverri er ikki pláss fyri tykkum
05.09.2017
-
Verður øll Bíblian boðað hjá tykkum?
14.09.2017
-
Relatiónir fram um traditiónir?
20.10.2017
-
Trúarfrælsi
01.11.2017
-
Nýggi sáttmálin
15.11.2017
-
Náttúruvísindi ella gudfrøði?
21.11.2017
-
Ósjónligir múrar
06.12.2017
-
Eg velji Guds ríki
20.12.2017
-
Hava vit tíð at vera ein næsti?
14.02.2018
-
Hví prædika?
07.03.2018
-
Børnini ganga í okkara fótasporum
15.03.2018
-
Jesu passiva rættvísi
04.04.2018
-
Sjómansmissiónin møtir menniskjum, har tey eru
02.05.2018
-
Jú, hetta eru føturnir á børnunum hjá okkum!
27.05.2018
-
At vinna á freisting
13.08.2018
-
Er missiónin ein spennitroyggja?
25.09.2018
-
Jú minni dýpd, jú meira glimmur?
19.12.2018
-
Eydna
16.01.2019
-
Sært tú møguleikan?
23.01.2019
-
Komi ikki heim aftur, fyrr enn Føroyar hava fingið fría fosturtøku
20.02.2019
-
Nehemia 2019 – Hjúnabandið, hvíludagurin og gevaralyndið
25.03.2019
-
At raðfesta
02.04.2019
-
Sjáldan er forvitin fegin
17.04.2019
-
Harmur og gleði í felag tey reika
01.05.2019
-
Heimsmál #1
08.05.2019
-
Samskifti
16.05.2019
-
Eg hevði rætt til lívið!
28.06.2019
-
Byggja Guds ríki
04.07.2019
-
Framgongd - ella afturgongd?
09.10.2019
-
Felagsskapur og einsemi
16.10.2019
-
Tað skríggjar til himmals
21.11.2019
-
Eri eg tann, eg eri, ella?
02.12.2019
-
Gávumildni er kærleikans termometur
05.12.2019
-
Ein í rúgvuni
09.12.2019
-
Adventin er okkara fagnaðarár
19.12.2019
-
Kom og ver við at náa tíni medmenniskju – á trubodin.fo
05.02.2020
-
Bønartúr
12.02.2020
-
Kristin list - hin fjalda tænastan
08.07.2020
-
Hvat skulu vit gera í heyst?
20.08.2020
-
Avbjóðingar
23.04.2021
-
Um so lýsnar halda lívið í mær
05.05.2021
-
10 orð eg ongantíð gloymi
12.09.2021
-
Hevur tú einki gott at sita, so er betur at tiga!
18.09.2021
-
Kann Gud fyrigeva sjálvmorð?
03.05.2022
-
Tá ið ongin sannleiki er longur
27.06.2024