Bloggur

Trúarfrælsi

Vit kunnu ímynda okkum, at 10 fólk eru í einum afturlatnum rúmi. Øll 10 halda seg hoyra, at onkur er hinumegin tann eina veggin. Trupulleikin er, at tey hava onki tól ella líknandi, sum kann avdúka, hvør er hinumegin. Eftir, at øll hava gjørt sær ymiskar tankar, fáa tey høvi at siga sína hugsan. Tey fyrstu seks fólkini hava hvør sítt boð uppá, hvør man vera hinumegin. Tríggir teir næstu eru í iva og hava onki boð. Tann seinasti heldur, at eftir sum øll hini eru ósamd, so kann ongin vera hinumegin.

Vit eru sjey milliardir fólk á jørðini, og vit fáa fleiri ábendingar um, at okkurt er hinumegin tað, sum kann mátast við jarðiskum tólum. Ymisk sløg av vísind kunnu útgreina alsamt meira av tí, sum fyrr var ókent, men tað eru evnir, sum vísind ongantíð kann svara. Til dømis: Hvat var áðrenn tíðin byrjaði? Hvat hendir aftaná deyðan?

Tað hevði verið nógv lættari, um vit sluppu undan at taka støðu til hesar spurningar. Tí haldi eg, at talan er um “Wishful thinking”, tá nýggir gudloysingar siga, at avgjørt ongin er hinumegin. Vit kunnu siga, at tað krevur størri trúgv at siga: “Ongin er har” enn at halda, at tað er hasin ella hin.

Vit kristnu mugu ansa sera væl eftir, um vit vilja grundgeva fyri einum forboði ímóti einum ávísum átrúnað. Tí áðrenn vit vita av, so verða líknandi grundgevingarnar brúktar ímóti okkara átrúnað. Heldur skulu vit grundgeva fyri trúarfrælsi. Trúarfrælsi merkir, at ongin kann tvinga nakað oman yvir okkum. Vit kunnu heldur ikki tvinga nakað oman fyri onnur. Nógv halda, at islam er ein stór hóttan, tí at hon virðir ikki frælsi. Eg haldi, at nýtt gudloysi er ein størri hóttan. Gamla gudloysi var meira “vit kunnu ikki vita” ella “tað kann ikki hava nakran týdning”. Nýggju gudloysingarnir hava eina boðan, sum positivt sigur, at ongin er hinumegin, og tað skal ikki verða loyvt at trúgva, at nakar er hinumegin.

Heimssøgan hevur staðfest stórar ræðuleikar, har sum átrúnaður var forboðin. Somuleiðis síggja vit ræðuleikar, har ein ávísur átrúnaður verður kravdur. Eg haldi, at tað er umráðandi, at vit geva trúarfrælsi, og vit krevja frælsi. Eisini frælsi til at trúgva, at ongin er hinumegin.

Um eg veruliga trúgvi, at Kristus er sannleikin, so er frælsi besta byrjanarstøði. Tí Kristus tvingar ongan. Vit fáa loyvi at velja. Um kristindómurin verður tvingaður oman yvir okkum, so hava vit ikki valt hann. Vit, sum eru kristin, skulu sjálvsagt ikki borðreiða við øðrum enn kristindómi, men vit skulu geva fólki frælsi til at siga nei takk.

Eg trúgvi, at undir veruligum frælsi, so verður tað sannleikin, ið sigrar at enda.

Subjektivt haldi eg, at besta ábendingin uppá svar til lívsins størstu spurningar, fáa vit frá Jesusi. Hann fór frá “hinumegin” og kom til “hesumegin”. Jesus er ein søguligur persónur, sum hevur havt sera, stóra ávirkan á heimssøguna. Hóast nógv trúgva, at Jesu likamliga uppreisn var eitt ‘fupp-nummar’, so kunnu vit kristnu við gleði siga: “Hann livir, og vit skulu liva!”

Christian Joensen


Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni