Bloggur

Tosa við børnini um porno

Tú mást tosa við títt barn um hetta viðkvæma evnið, tí eingin annar fer! Ynskir tú, at títt barn hevur eina sunna og kristiliga fatan av forholdum, seksualiteti og hinum kyninum? Ella fert tú at loyva porno-ídnaðinum at forma fatanirnar hjá tínum barni?

Summi kenna seg kanska ótilpas av hesum blogginum, men onkur má taka evnið upp. Foreldur, tit mugu tosa við tykkara børn um sex og porno, og tá meini eg heilt niður í 6 ára aldur. Nú ert tú antin sjokkeraður, óður ella heldur meg vera langt úti og hevur ikki hug at lesa meira, men góði halt á at lesa. Eg sigi hetta ikki uttan orsøk.

Í mínum arbeiði møti eg ungum, ið hava trupulleikar við forholdum, porno og seksualiteti. Fyri 10 árum síðan var miðalaldurin á ungum, ið byrjaðu at hyggja eftir pornografiskum tilfari, 14 ár (bæði hjá gentum og dreingjum), og hesi tølini koma einans frá offline porno. Í dag er miðalaldurin mettur at vera væl lægri, tí børn og ung hava so lætta atgongd til porno á netinum.

Tað er ringt at kanna, men summar kanningar hava funnið fram til, at miðalaldurin fyri fyrstu ferð at síggja porno er 8 ár. Um tú lovar tínum barni at sita við ipaddinum einsamalt og hyggja at filmsbrotum á Youtube, so er stórur kjansur fyri, at tað longu hevur sæð ov nógv av seksuellum tilfari. Sjálvt um tey eru ov ung at skilja, hvat porno er, so brenna hesar myndirnar seg fastar í minnið og ávirka teirra atburð og fatan.

Tín ábyrgd

Tú sum foreldur hevur ábyrgd av tínum barni og harvið eisini ábyrgd av, hvat tað sleppur at síggja. Eg havi fyrr upplivað, at foreldur fara í verjustøðu, tá eg taki hetta evnið upp.

“Man kann ikki tosa við smá børn um sex. Tað er ikki sømiligt”

Ja, tað er kanska flovisligt fyri teg sum foreldur. Tað er alt annað enn lætt, har eru vit púra samd. Men tað má gerast. Eg vil líka undirstrika, at eg tosi ikki um at geva eina detaljeraða frágreiðing av sex til eitt 6 ára gamalt barn, men eina hóskandi forkláring um, hvat Bíblian sigur er rætt og skeivt. Um tú ikki ynskir, at sex-ídnaðurin formar títt barn, so ert tú tó noyddur til at taka tað harða stigið og tosa við títt barn um at hyggja vekk, sløkkja ipaddin, o.s.fr. tá óhóskandi myndir/filmar koma á skíggjan.

“Dóttir mín er so fitt og óskyldug. Hon hevði aldrin...”

Tað er líkamikið, hvussu fitt og óskyldugt títt barn er, tí ofta dettur ein av óvart á pornografiskt tilfar á netinum. Einum nýtist ikki altíð at leita. Og um eingin hevur sagt tínum barni, at hatta hyggur man ikki at, hvussu skal tað so vita, at hatta ikki er gott og rætt at hyggja at?

Hendir í Føroyum

Ein vinkona hjá mær her í Føroyum kom til mín fyri nøkrum árum síðani og fortaldi mær, at hon hevði fingið ein teldupost sendandi frá læraranum, ið segði, at øll børnini í flokkinum hjá soninum høvdu hugt eftir pornomyndum. Drongurin gekk tá í 2. flokki. Hetta vóru sera skelkandi boð at fáa, tí børnini vóru jú einans 8-9 ár.

Avleiðingar av porno

Kanningar vísa, at fólk, ið eru bundin av porno, kunnu fáa tunglyndi, sosialt fobi og angist. Tey missa førleikan at hava normal forhold við onnur, serliga fólk av hinum kyninum. Afturat hesum vísa kanningar, at jú yngri tey eru, tá tey síggja sexuellar myndir/filmar, jú yngri eru tey, tá tey verða sexuelt virkin. Harafturat eru tey í størri vanda fyri at fáa kynssjúkur, gerast við barn, nýta rúsdrekka/rúsevni áðrenn sex, verða offur fyri seksuellari misnýtslu og sjálv at seksuelt misnýta onnur.

Ein kanning vísti, at meira enn 66% av dreingjum og 40% av gentum í aldrinum 11-13 ár søgdu seg ynskja at royna okkurt av tí, tey sóu í pornofilmum/myndum. Størsti parturin millum 14-18 høvdu gjørt tað. Kanningin er gomul (1989), men hesin trupulleikin sæst aftur m.a. í Onglandi, har tað er ein vaksandi trupulleiki, at børn (undir 12 ár) misnýta síni systkin ella onnur børn, tí tey hava sæð okkurt á netinum og ynskja at royna tað sama. Porno vísir seg at vera høvuðsorsøkin til hesar tilburðir.

Tað hevur týdning, at tú tosar við títt barn

Ikki øll børn, ið síggja porno, fara at stríðast við hesar trupulleikar, men porno hevur álvarsamar fylgjur við sær, og sum foreldur hava vit ábyrgd av at verja okkara egnu børn. Kynslívið er ein fantastisk Gud-givin gáva. Fyri at verja okkum frá omanfyrinevndu trupulleikum, hevur Gud eisini gjørt greitt í Bíbliuni hvørjir karmar eru tryggast fyri okkara kynslív, m.a. at tað er millum ein mann og eina kvinnu, og at tað hoyrir hjúnabandinum til. Hóast tað kennist gott, merkir tað ikki, at tað er gott, og tað er okkara ábyrgd sum foreldur at syrgja fyri, at okkara børn hava eina sunna fatan av seksualiteti.

- Her eru nøkur góð ráð um, hvussu tú kanst blokera fyri porno á internet-eindum(á enskum)

Lív Justinussen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni