Bloggur

Tora vit at røra tað størsta tabuið?

Politisk ungmannafeløg hava sett kjakið um fosturtøkulógina í Føroyum aftur á breddan. Ført verður millum annað fram, at fosturtøka tykist vera tabu í Føroyum. Kann ikki vera meira samdur. Tað allarstørsta tabuið er, at mong snúgva sær undan at tosa um tann allarmest grundleggjandi spurningin: Er fostrið eitt menniskja ella ikki? Tí tað svarið hevur alt at týða fyri alt annað.

Tabu tekur tú ikki av við rakstrarrópum. Skulu vit sum samfelag veruliga viðgera málið, lat okkum so byrja her: Er hetta eitt menniskja ella ikki? Er talan um eitt barn, eigur tað somu sjálvsøgdu rættindi og krav um lív og vernd sum øll onnur. Er tað hinvegin ikki eitt barn, er málið eitt heilt annað.

Í mongum málum, ið hava við atburð og lívsáskoðan at gera, siga vit: Tørvur er á meira upplýsing! Í hesum máli vita vit eisini meira og meira, og jú meira vit vita, jú verri er at halda fast við, at fostrið bert er ein selluklumpur.

Allir partar viðurkenna, at ein mamma kann vera í truplum umstøðum, av ymiskum slagi. Men ríkasta samfelag í heiminum eigur at finna betri loysn fyri mammu, barn og pápa, enn at bjóða fosturtøku. Tí hvussu vit so venda tí, nýta vit tá umstøðurnar til onkursvegna at niðurskriva óendaliga virðið, sum eitt og hvørt menniskja hevur. Og taka burtur sjálvan rættin til lívið.

Hyggja vit rundanum okkum, er “fría fosturtøkan” í grundini margháttilig. Tá fostrið er 11,5 vikur, er tað eftir lógini at døma ikki eitt menniskja, men tá tað er 12 vikur, er tað brádliga eitt menniskja. Treytað av at fostrið er í einum móðurlívi í Danmark (og ikki feilar nakað). Er fostrið í Svøríki, má tað bíða, til tað verður 18 vikur, so verður tað brádliga eitt menniskja. Meðan fostrið í Onglandi ikki verður eitt menniskja fyrrenn í 24. viku. Líka margháttiligt er tað, at tað verður umrøtt sum eitt barn, um tað er "ynskt", men kallað okkurt annað, um tað ikki er "ynskt". Hjartað byrjar so at sláa í 6. ella 7. viku – uttan mun til land. Og heilin er tá í fullari menning, eisini uttan mun til land. Og so framvegis. Einum nýtist ikki at vera eitt flogvit fyri at síggja, at hetta hongur ikki saman. Í ævintýrinum hjá H. C. Andersen var tað eisini eitt lítið barn, sum rópti, at keisarin er nakin.

Er fostrið eitt barn, eiga vit at tora at byrja við at laga kjakið eftir tí. Tí tað skuldi verið ein sjálvfylgja, at eitt og hvørt menniskja hevur óendaligt virði og hevur rætt til vernd frá gitnaði til natúrligan deyða. Í okkara parti av heiminum vilja vit fegin verða kend fyri at taka okkum av teimum veikastu í samfelagnum. Tað er skemmandi, um vit í grundini bert tala søkina hjá teimum næst-veikastu. Sum Orðtøkini 31,8 læra okkum: “Lat upp munn tín fyri hin málleysa..."

Øssur Kjølbro


Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni