Eg havi mangan møtt menniskjum, sum eru ólekiliga sjúk. Tey vita, at tað er ein líðing, sum bíðar teimum, antin likamlig ella sálarlig, ella eitt lív við sera avmarkaðum møguleikum.
Við jøvnum millumbilum hoyra vit um hesi ella teirra avvarðandi. Tey ynskja ikki at liva longur og søkja sær møguleikan at doyggja.
Í Danmark mælir etiska nevnd til ikki at loyva aktiva deyðshjálp, tó eru tað alt fleiri røddir, sum ynskja aktiva deyðshjálp ella eutanasi (sum er grikskt og merkir “góður deyði”) - “miskunnardráp”, sum tað eitur hjá okkum. Aktiv deyðshjálp legaliserar dráp eftir áheitan.
Sum er, eru nøkur lond í Europa, sum loyva hesum. Etiska ráðið í Danmark tekur støði í 1) at lívið hevur virði í sær sjálvum, 2) at menniskju ikki mugu drepa, og 3) at líðing eru kor.
Nógv menniskju tosa fyri aktivari deyðshjálp við hesi grundgeving: At um tú ert eitt satt medmenniskja, kanst tú ikki nokta at hjálpa einum við sterkari pínu ella ólekjandi sjúku at sleppa út úr hesum lívi. Gert tú tað, ert tú at kalla miskunnarleysur og manglar empati. Hesi meina, at Gud sum kærleiksfullur ikki ynskir, at nakar skal líða og onga vón kenna.
Ein kanning úr Hollandi vísir, at tað eru minni enn 5% av teimum, sum søkja aktiva deyðshjálp, sum gera tað vegna pínu. Hetta, hóast tað ofta er júst henda grundgevingin, sum verður nýtt í hesum sambandi.
Etiskir spurningar sum hesir eru verdir at steðga við. Hvat er eitt gott lív, og hvat er ein góður deyði? Hava vit sum kristin rætt til at avgera, nær vit skulu doyggja? Er tað í lagi at geva øðrum samábyrgd av at taka okkara lív? Í einum samfelagi, har møguleiki er fyri aktivari deyðshjálp, hvør skal so seta avmarkingar, og á hvat skulu hesar avmarkingar grundast? Kemur hugburðurin í samfelagnum at broytast viðvíkjandi teimum sjúku, teimum gomlu og teimum, sum liggja til byrðu? Kemur tað fíggjarliga eisini at hava ein leiklut, tá ið avgerðin um aktiva deyðshjálp skal takast? Er tað ein menniskjarættur at fáa ein góðan deyða?
Vit síggja skjótt, at talan er um tvær mótstríðandi lívsáskoðanir. Tann kristna og so henda, at menniskja skal hava eksistentiellan rætt til at velja og at avgera í egnum lívi.
Kristna lívsáskoðanin er, at Gud hevur skapað okkum og givið okkum lívið. Bíblian lærir heilt greitt, at mannalívið er friðhalgað, og at vit ikki mugu taka lív. Tað eru ikki umstøðurnar í lívinum, sum gevur lívinum virði. Eitt menniskja, sum er einsamt, sum hevur sterka pínu ella hevur myrkar tankar, hevur ikki minni virði. Eitt menniskja hevur heldur ikki minni virði, um viðkomandi liggur familju ella samfelagi til last av støðu síni. Okkara virði sum menniskju minkar heldur ikki, um vit liggja uttan vit og eru hjálparleys. Lívið hevur virði í sjálvum sær.
Sum kristin skulu vit hjálpa einum menniskja, sum liggur til tað síðsta, men tað er ikki tað sama sum at taka lívið av viðkomandi. At taka sær av slíkum er at vera til staðar og at geva linnandi viðgerð, sum tørvur er á, til deyðin er komin. Her er talan um umsorgan, kærleika og virðing. Bíblian biður okkum verða um tey veiku og teimum, sum tørvar hjálp.
Sum kristin siga vit nei til aktiva deyðshjálp, men vit siga ja til at hjálpa teimum veikastu. Jesus er deyður fyri øll menniskju, og tí skulu tæna okkara næsta, hvør hann so er.
Mín bøn er, at vit kunnu verða nakað fyri tey, sum ynskja at doyggja heldur enn at liva. Má tað verða so, at vit arbeiða fyri at byggja upp eitt samfelag, so hesi menniskju kunnu fáa hjálp til at liva heldur enn hjálp at doyggja. Og so, tá ið tíðin er komin, at fara út hesum heimi, at vit so kunnu linna og veita umsorgan til ein virðiligan deyða.
Asta Joensen
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.
-
Borgarlig og kirkjulig vígsla av samkyndum
27.08.2015
-
Vit hava tørv á tínari hjálp
23.10.2015
-
Hvat motiverar teg til tænastu?
24.10.2015
-
Náði-regnskjólið
01.11.2015
-
Hvat við teimum smáu syndunum?
05.11.2015
-
Fríur vitnisburður – heilag kúgv ella hent amboð?
24.11.2015
-
“Kynsneutralt hjúnalag” snýr seg ikki bara um tvey vaksin
01.12.2015
-
"Eg eri ikki kallaður"
08.12.2015
-
Hvussu mong menniskju sært tú her?
15.12.2015
-
Hvat er hjúnabandið?
19.01.2016
-
Kløn og í góðari venjing, tá ið Jesus kemur aftur
26.01.2016
-
Skeri eg teg her, so missi eg teg har
02.02.2016
-
Kristin undir øktum trýsti
09.02.2016
-
Vælkomin í klubban
16.02.2016
-
Fyrimynd og umdømi hevur alt at siga
23.02.2016
-
Børnini eru nútíðin og framtíðin
01.03.2016
-
Tosa við børnini um porno
08.03.2016
-
Verði vilji mín!
22.03.2016
-
Verði tó ikki vilji mín, men tín!
29.03.2016
-
Samanhald í kirkjuni
05.04.2016
-
Uppskrift uppá veking
12.04.2016
-
Kristintrúgvin í Føroyum anno 2016
19.04.2016
-
Kristin ella kultur-kristin
26.04.2016
-
Evangeliið er betri enn grindaboð
17.05.2016
-
Nógv ung virkin í útimissión
24.05.2016
-
Kann ein koma, um ein er samkyndur?
31.05.2016
-
Bardagin um børnini
07.06.2016
-
Svør finnur tú í svørðinum
14.06.2016
-
Hvat varð av tíðini?
28.06.2016
-
Pínan í einum tári
05.07.2016
-
Bíblian og Batman
12.07.2016
-
Hugsjónir og átrúnaður
19.07.2016
-
Ein millión gevur tankar
23.08.2016
-
Gudsmynd, heilasíla og gerandisdagur hanga saman
06.09.2016
-
Vit eru kallað til næstakærleika
20.09.2016
-
Munadygg missión
11.10.2016
-
Ævinleikaperspektiv
18.10.2016
-
Skuggaleikurin og reyði tráðurin
01.11.2016
-
Handakraft ella himmalkraft
08.11.2016
-
Títt lív liggur í Guds hondum
22.11.2016
-
“So er tað yvirstaðið”
13.12.2016
-
Framtíðin í ungdómsarbeiði – ungdómsleiðari ella tiltaks-fyriskipari?
10.01.2017
-
100% almennur
24.01.2017
-
Ørindini á prædikustólinum
28.02.2017
-
Reformatión - er tað neyðugt?
07.03.2017
-
Sí, hvussu tey elska hvør annan
14.03.2017
-
At leiða fýra felagsskapir samstundis
21.03.2017
-
Uttan náðigávur er samkoman skerd
04.04.2017
-
Farið tí
11.04.2017
-
Páskirnar eru als ikki farnar afturum!
28.04.2017
-
Hvør ella hvat eri eg?
23.05.2017
-
Hvør ræður í tínum lívi?
21.06.2017
-
Tora vit at røra tað størsta tabuið?
29.08.2017
-
– Kirkjan er fullsett, tíverri er ikki pláss fyri tykkum
05.09.2017
-
Verður øll Bíblian boðað hjá tykkum?
14.09.2017
-
Relatiónir fram um traditiónir?
20.10.2017
-
Trúarfrælsi
01.11.2017
-
Nýggi sáttmálin
15.11.2017
-
Náttúruvísindi ella gudfrøði?
21.11.2017
-
Ósjónligir múrar
06.12.2017
-
Eg velji Guds ríki
20.12.2017
-
Hava vit tíð at vera ein næsti?
14.02.2018
-
Hví prædika?
07.03.2018
-
Børnini ganga í okkara fótasporum
15.03.2018
-
Jesu passiva rættvísi
04.04.2018
-
Sjómansmissiónin møtir menniskjum, har tey eru
02.05.2018
-
Jú, hetta eru føturnir á børnunum hjá okkum!
27.05.2018
-
At vinna á freisting
13.08.2018
-
Er missiónin ein spennitroyggja?
25.09.2018
-
Jú minni dýpd, jú meira glimmur?
19.12.2018
-
Eydna
16.01.2019
-
Sært tú møguleikan?
23.01.2019
-
Komi ikki heim aftur, fyrr enn Føroyar hava fingið fría fosturtøku
20.02.2019
-
Nehemia 2019 – Hjúnabandið, hvíludagurin og gevaralyndið
25.03.2019
-
At raðfesta
02.04.2019
-
Sjáldan er forvitin fegin
17.04.2019
-
Harmur og gleði í felag tey reika
01.05.2019
-
Heimsmál #1
08.05.2019
-
Samskifti
16.05.2019
-
Eg hevði rætt til lívið!
28.06.2019
-
Byggja Guds ríki
04.07.2019
-
Framgongd - ella afturgongd?
09.10.2019
-
Felagsskapur og einsemi
16.10.2019
-
Tað skríggjar til himmals
21.11.2019
-
Eri eg tann, eg eri, ella?
02.12.2019
-
Gávumildni er kærleikans termometur
05.12.2019
-
Ein í rúgvuni
09.12.2019
-
Adventin er okkara fagnaðarár
19.12.2019
-
Kom og ver við at náa tíni medmenniskju – á trubodin.fo
05.02.2020
-
Bønartúr
12.02.2020
-
Kristin list - hin fjalda tænastan
08.07.2020
-
Hvat skulu vit gera í heyst?
20.08.2020
-
Avbjóðingar
23.04.2021
-
Um so lýsnar halda lívið í mær
05.05.2021
-
10 orð eg ongantíð gloymi
12.09.2021
-
Hevur tú einki gott at sita, so er betur at tiga!
18.09.2021
-
Kann Gud fyrigeva sjálvmorð?
03.05.2022
-
Tá ið ongin sannleiki er longur
27.06.2024