Bloggur

Svør finnur tú í svørðinum

Vit ganga og mala í Føroyum. Okkurt skal fáast burturúr. Vit hava nøkur mál í lívinum, har vit vilja seta okkara spor, og vit vilja megna nøkur mál. Um tað er innan ítrótt, yrki ella hvat tað so er, har eru vit ymisk. 

Innan kristnilívið liggur tað okkum nær at duga at svara teimum stóru spurningunum. Vit gera ikki hetta og hatta, og hitt triðja ganga vit øgiliga høgt uppí og spegla okkum í hvørjum øðrum. Kanska vit merkja eina kapping onkuntíð, hvør er tann, ið dugir best at vera trúgvandi. Summi menniskju síggja fantastisk út. Tey duga altíð at svara upp á rættan máta og ivast ikki í nøkrum. Summi eru sum ein facitlisti. Tá vit ivast í onkrum, so fara vit til tey at spyrja, so fáa vit svar. Hvussu komi eg hartil?

Hvat halda vit nú?
Um vit hugsa okkum at vera til ein fótbóltsdyst. Tá tað er tveir fjepparaskarar, og tá tað kemur róp í tín skara, um einhvørja støðu, so hava vit lyndi til at rópa við. Vit hava kanska ikki sæð ordiliga hvat sker, men hava eina hálva hóming. Kanska helmingurin av fólkinum slettis ikki hevur fatað ella sæð, hvat er hent, men øll rópa tað sama.

Tá ein støða uppstendur í veruliga lívinum, sum er okkum eitt sindur ókend, so hyggja vit kanska rundanum okkum og spyrja: Hvat halda vit nú? Hvussu skulu vit reagera? Hvørja meining hava vit nú? 

Hvar standi eg?
Haldi eg bara tað sama sum hini? Hvat nú, um øll hini í míni samkomu, meinigheit ella kirkju taka feil. Fari eg so eisini skeivur? Hvat nú, um tann, ið ber orðið fram, ikki talar rætta Guds orð? Dugi eg at skyna á, um tað er tann sanni boðskapurin? Hvussu er úti í samfelagnum, har rákini flúgva um oyruni á okkum? Duga vit at sortera tað, sum gongur ímóti Guds vilja? Duga vit at velja tað, sum gagnar okkara umhvørvi?

Gev skriftunum ein kjans
Tí Guds orð er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð. Júst tað, sum dømir hugsanir og ráð hjartans. Svarið finnur tú í skriftini. Sjálvandi er tað gott at hava andaligar fyrimyndir, ið geva tær íblástur og ráðgeving. Men til sjeynd og síðst skulu vit standa til svars fyri okkara egnu trúgv. Men Guds orð er livandi, og er okkara instruktiónsbók til lívið. Tað er í nógvum førum har, Gud talar mest til okkum. Lít ikki ov nógv á menniskju, tí tey kunnu skuffa teg.

Save it for a rainy day:
Nú havi eg eina fatan av, at tað gongur væl á andaliga frontinum, og tað hevur tað gjørt nú í eitt ár. Fólk hava lyndi til at samlast, og tað kennist ein góður felagsskapur nógvastaðni, har fólk eru við til øll tiltøkini kring landið.

Mín áheitan skal vera at taka henda partin við í gerandisdagin. Fyll tær á tann andaliga tangan, tá tú hevur yvirskot. Les og granska í orðinum regluliga, so tú eigur eitt grundarlag at byggja á, tá ið stormarnir koma.

Svarið finnur tú í Svørðinum.
Guds orð er sterkasta svørðið. Har finnur tú svar til teir stóru spurningarnar. Hóast tað kann kennast tungt og óskiljandi, so er tað tað, tú skalt byggja títt lív á. Eingin bók ella verk hevur verið so nógv umtalað og kritiserað gjøgnum tíðirnar, og enn stendur orðið rimmarfast og er livandi.

Í hesum skalt tú grava eftir gulli. Skipa tær lesingina, um tú ert óskipaður. Um tað gongst illa at fáa gongd á, finn tær so ein, tveir ella átta at lesa saman við. Har kunnu tit fara á eina ferð saman.

Ikki so, at vit av okkum sjálvum eru dúgligir til at hugsa nakað upp sum av okkum sjálvum, men dugnaskapur okkara er frá Gudi. (2 Kor 3,5)

Kristian Sofus Petersen


Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni