Bloggur

“So er tað yvirstaðið”

Eg  lovaði at skriva henda bloggin fyri fleiri mánaðum síðani. Hevði eg gjørt tað tá, so hevði tað verið yvirstaðið. Men snýr tað seg bara um at fáa alt yvirstaðið, ella havi eg nakað á hjarta at fáa sagt?

Í eini røðu á Varmakeldu eitt árið kom røðarin inn á hetta, at øll hava ringa tíð. Øll renna frá hesum til hatta. So setti hann spurningin, hvørjum renna vit undan, og hvørjum renna vit eftir. Vita vit tað? Ella renna vit bara, tí hini renna? Fyri at fáa tað yvirstaðið?

 “Eg havi verið í Aberdeen um vikuskiftið. Eg fekk keypt allar jólagávurnar. So er tað yvirstaðið” – “Um vikuskiftið bakaði eg allar smákøkurnar til jóla. So er tað yvirstaðið.” Nú, jólini nærkast, eru slíkir setningar ofta at hoyra. Á ein hátt er hetta eitt sindur dapurt.

Minnist einaferð, vit sótu og tosaðu um jólagávur. Sigast skal, at tað ikki eri eg, ið keypi tær flestu gávurnar. Tá minnist eg, at konan segði nakað soleiðis: Eg vóni ikki, at tú keypir mær eina jólagávu, tí tað er ein plikt. Vónandi fert tú glaður at finna gávuna. Og vónandi finnur tú gleði í at geva mær gávuna. Um ikki, so eri eg heldur ikki so glað fyri hana.

Hesi orð havi eg ofta hugsað um síðani. Tá ið vit hugna um heimið inni og úti, kanska serliga nú til jóla, finna vit tá gleði í at gera hetta, og njóta vit at hugna um? Eg hugsi tað sama um at baka, at keypa jólagávur, møta upp til jólahugna við børnunum og tílíkt. Ella gera vit tað bara sum ein avgreiðsluspurning “So er tað yvirstaðið”? Vónandi duga vit at njóta hesar løtur saman, so hetta verða góðar felags upplivingar, ið knýta okkum saman.

Gleðin um eina gávu er ikki altíð bundin at prísinum. Tað vita vit øll. Størri týdning hevur tað við hvørjum hjartalagi, gávan verður keypt. Keypir tú gávuna við einum smíli, tá tú hugsar um tann, ið gávuna fær, verður hon óivað pakkað upp við sama smíli. Men keypir tú hana fyri at fáa tað yvirstaðið, verður gleðin um gávuna ofta eisini skjótt yvirstaðin.

Um stutta tíð, so eru jólini yvirstaðin. Hatta var hatta. Og gerandisdagurin byrjar aftur. Men grøna træið minnir okkum á, at nakað er við jólunum, ið er ævigt og ikki verður yvirstaðið. Á jólum minnast vit føðing frelsara heimsins, ið gjørdist menniskja, okkum líkur. Og haðani  er ein greið linja til krossin, uppreisnina, himmalsferðina og síðani hvítsunnuna. Boðskapurin um hann hevur ein týdning fyri okkum, ið ongantíð er yvirstaðin. Hansara kærleiki til tín kennir ongi mørk.

Tá alt annað er yvirstaðið, er tað mín vón, at tú hvílir í hansara kærleiks hondum. Tann sælan verður ongantíð yvirstaðin. Gleðilig jól.

Jørmund Foldbo


Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni