Eg lovaði at skriva henda bloggin fyri fleiri mánaðum síðani. Hevði eg gjørt tað tá, so hevði tað verið yvirstaðið. Men snýr tað seg bara um at fáa alt yvirstaðið, ella havi eg nakað á hjarta at fáa sagt?
Í eini røðu á Varmakeldu eitt árið kom røðarin inn á hetta, at øll hava ringa tíð. Øll renna frá hesum til hatta. So setti hann spurningin, hvørjum renna vit undan, og hvørjum renna vit eftir. Vita vit tað? Ella renna vit bara, tí hini renna? Fyri at fáa tað yvirstaðið?
“Eg havi verið í Aberdeen um vikuskiftið. Eg fekk keypt allar jólagávurnar. So er tað yvirstaðið” – “Um vikuskiftið bakaði eg allar smákøkurnar til jóla. So er tað yvirstaðið.” Nú, jólini nærkast, eru slíkir setningar ofta at hoyra. Á ein hátt er hetta eitt sindur dapurt.
Minnist einaferð, vit sótu og tosaðu um jólagávur. Sigast skal, at tað ikki eri eg, ið keypi tær flestu gávurnar. Tá minnist eg, at konan segði nakað soleiðis: Eg vóni ikki, at tú keypir mær eina jólagávu, tí tað er ein plikt. Vónandi fert tú glaður at finna gávuna. Og vónandi finnur tú gleði í at geva mær gávuna. Um ikki, so eri eg heldur ikki so glað fyri hana.
Hesi orð havi eg ofta hugsað um síðani. Tá ið vit hugna um heimið inni og úti, kanska serliga nú til jóla, finna vit tá gleði í at gera hetta, og njóta vit at hugna um? Eg hugsi tað sama um at baka, at keypa jólagávur, møta upp til jólahugna við børnunum og tílíkt. Ella gera vit tað bara sum ein avgreiðsluspurning “So er tað yvirstaðið”? Vónandi duga vit at njóta hesar løtur saman, so hetta verða góðar felags upplivingar, ið knýta okkum saman.
Gleðin um eina gávu er ikki altíð bundin at prísinum. Tað vita vit øll. Størri týdning hevur tað við hvørjum hjartalagi, gávan verður keypt. Keypir tú gávuna við einum smíli, tá tú hugsar um tann, ið gávuna fær, verður hon óivað pakkað upp við sama smíli. Men keypir tú hana fyri at fáa tað yvirstaðið, verður gleðin um gávuna ofta eisini skjótt yvirstaðin.
Um stutta tíð, so eru jólini yvirstaðin. Hatta var hatta. Og gerandisdagurin byrjar aftur. Men grøna træið minnir okkum á, at nakað er við jólunum, ið er ævigt og ikki verður yvirstaðið. Á jólum minnast vit føðing frelsara heimsins, ið gjørdist menniskja, okkum líkur. Og haðani er ein greið linja til krossin, uppreisnina, himmalsferðina og síðani hvítsunnuna. Boðskapurin um hann hevur ein týdning fyri okkum, ið ongantíð er yvirstaðin. Hansara kærleiki til tín kennir ongi mørk.
Tá alt annað er yvirstaðið, er tað mín vón, at tú hvílir í hansara kærleiks hondum. Tann sælan verður ongantíð yvirstaðin. Gleðilig jól.
Jørmund Foldbo
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.
-
Borgarlig og kirkjulig vígsla av samkyndum
27.08.2015
-
Vit hava tørv á tínari hjálp
23.10.2015
-
Hvat motiverar teg til tænastu?
24.10.2015
-
Náði-regnskjólið
01.11.2015
-
Hvat við teimum smáu syndunum?
05.11.2015
-
Fríur vitnisburður – heilag kúgv ella hent amboð?
24.11.2015
-
“Kynsneutralt hjúnalag” snýr seg ikki bara um tvey vaksin
01.12.2015
-
"Eg eri ikki kallaður"
08.12.2015
-
Hvussu mong menniskju sært tú her?
15.12.2015
-
Hvat er hjúnabandið?
19.01.2016
-
Kløn og í góðari venjing, tá ið Jesus kemur aftur
26.01.2016
-
Skeri eg teg her, so missi eg teg har
02.02.2016
-
Kristin undir øktum trýsti
09.02.2016
-
Vælkomin í klubban
16.02.2016
-
Fyrimynd og umdømi hevur alt at siga
23.02.2016
-
Børnini eru nútíðin og framtíðin
01.03.2016
-
Tosa við børnini um porno
08.03.2016
-
Verði vilji mín!
22.03.2016
-
Verði tó ikki vilji mín, men tín!
29.03.2016
-
Samanhald í kirkjuni
05.04.2016
-
Uppskrift uppá veking
12.04.2016
-
Kristintrúgvin í Føroyum anno 2016
19.04.2016
-
Kristin ella kultur-kristin
26.04.2016
-
Evangeliið er betri enn grindaboð
17.05.2016
-
Nógv ung virkin í útimissión
24.05.2016
-
Kann ein koma, um ein er samkyndur?
31.05.2016
-
Bardagin um børnini
07.06.2016
-
Svør finnur tú í svørðinum
14.06.2016
-
Hvat varð av tíðini?
28.06.2016
-
Pínan í einum tári
05.07.2016
-
Bíblian og Batman
12.07.2016
-
Hugsjónir og átrúnaður
19.07.2016
-
Ein millión gevur tankar
23.08.2016
-
Gudsmynd, heilasíla og gerandisdagur hanga saman
06.09.2016
-
Vit eru kallað til næstakærleika
20.09.2016
-
Munadygg missión
11.10.2016
-
Ævinleikaperspektiv
18.10.2016
-
Skuggaleikurin og reyði tráðurin
01.11.2016
-
Handakraft ella himmalkraft
08.11.2016
-
Títt lív liggur í Guds hondum
22.11.2016
-
“So er tað yvirstaðið”
13.12.2016
-
Framtíðin í ungdómsarbeiði – ungdómsleiðari ella tiltaks-fyriskipari?
10.01.2017
-
100% almennur
24.01.2017
-
Ørindini á prædikustólinum
28.02.2017
-
Reformatión - er tað neyðugt?
07.03.2017
-
Sí, hvussu tey elska hvør annan
14.03.2017
-
At leiða fýra felagsskapir samstundis
21.03.2017
-
Uttan náðigávur er samkoman skerd
04.04.2017
-
Farið tí
11.04.2017
-
Páskirnar eru als ikki farnar afturum!
28.04.2017
-
Hvør ella hvat eri eg?
23.05.2017
-
Hvør ræður í tínum lívi?
21.06.2017
-
Tora vit at røra tað størsta tabuið?
29.08.2017
-
– Kirkjan er fullsett, tíverri er ikki pláss fyri tykkum
05.09.2017
-
Verður øll Bíblian boðað hjá tykkum?
14.09.2017
-
Relatiónir fram um traditiónir?
20.10.2017
-
Trúarfrælsi
01.11.2017
-
Nýggi sáttmálin
15.11.2017
-
Náttúruvísindi ella gudfrøði?
21.11.2017
-
Ósjónligir múrar
06.12.2017
-
Eg velji Guds ríki
20.12.2017
-
Hava vit tíð at vera ein næsti?
14.02.2018
-
Hví prædika?
07.03.2018
-
Børnini ganga í okkara fótasporum
15.03.2018
-
Jesu passiva rættvísi
04.04.2018
-
Sjómansmissiónin møtir menniskjum, har tey eru
02.05.2018
-
Jú, hetta eru føturnir á børnunum hjá okkum!
27.05.2018
-
At vinna á freisting
13.08.2018
-
Er missiónin ein spennitroyggja?
25.09.2018
-
Jú minni dýpd, jú meira glimmur?
19.12.2018
-
Eydna
16.01.2019
-
Sært tú møguleikan?
23.01.2019
-
Komi ikki heim aftur, fyrr enn Føroyar hava fingið fría fosturtøku
20.02.2019
-
Nehemia 2019 – Hjúnabandið, hvíludagurin og gevaralyndið
25.03.2019
-
At raðfesta
02.04.2019
-
Sjáldan er forvitin fegin
17.04.2019
-
Harmur og gleði í felag tey reika
01.05.2019
-
Heimsmál #1
08.05.2019
-
Samskifti
16.05.2019
-
Eg hevði rætt til lívið!
28.06.2019
-
Byggja Guds ríki
04.07.2019
-
Framgongd - ella afturgongd?
09.10.2019
-
Felagsskapur og einsemi
16.10.2019
-
Tað skríggjar til himmals
21.11.2019
-
Eri eg tann, eg eri, ella?
02.12.2019
-
Gávumildni er kærleikans termometur
05.12.2019
-
Ein í rúgvuni
09.12.2019
-
Adventin er okkara fagnaðarár
19.12.2019
-
Kom og ver við at náa tíni medmenniskju – á trubodin.fo
05.02.2020
-
Bønartúr
12.02.2020
-
Kristin list - hin fjalda tænastan
08.07.2020
-
Hvat skulu vit gera í heyst?
20.08.2020
-
Avbjóðingar
23.04.2021
-
Um so lýsnar halda lívið í mær
05.05.2021
-
10 orð eg ongantíð gloymi
12.09.2021
-
Hevur tú einki gott at sita, so er betur at tiga!
18.09.2021
-
Kann Gud fyrigeva sjálvmorð?
03.05.2022
-
Tá ið ongin sannleiki er longur
27.06.2024