Bloggur

Skuggaleikurin og reyði tráðurin

Ein av stóru trupulleikunum hjá einum kristnum menniskja er, í hvussu stóran mun okkara kristna trúgv og atferð skal síggjast, og hvussu nógv vit skulu gera við missión í tí dagliga. Tað vil siga, hvussu nógva orku skulu vit brúka uppá at tosa við tey, vit hava kring um okkum, um Jesus. Vit trúgva á hendan sannleika, og vita, at hava vit veruliga umsorgan fyri okkara næsta, so eiga vit at brúka tíð og orku uppá at boða Jesus fyri øllum rundan um okkum. Hetta hava vit eisini fingið greið boð um frá Jesusi sjálvum.

Men, puha, vit vita eisini, at hetta hevur sín prís - ella tað halda vit. Nær skulu vit siga tað? Hvussu skulu vit siga tað? Í hvørjum sambandi? Løtan tykist ongantíð at vera tann rætta, og í veruleikanum er tað "tabu" at tosa um Jesus. Hvat fara hini at siga?

Við øðrum orðum; Vit eru í eini tvístøðu. Vit vita, hvat er rætt at gera, men vit hvørki duga ella tora, tí sosiali kostnaðurin kann gerast høgur.

Úrslitið er mangan, at vit spæla ein skuggaleik.

Fjøldin hyggur upp á leiktjaldið, har skuggarnir flyta seg aftur og fram. Áskoðarin fær onkrar ábendingar av og á, men sær ongantíð sjálvan leikaran og kemur ongantið inn í kjarnuna og fær ongantíð loyvi til at síggja ljósið, sum varpar hesar skuggar á leiktjaldið.

Støðan er ikki nøktandi, tí heimurin skríggjar eftir svarinum til lívsins reyða tráð, og ljósið kann vísa teimum svarið. Samanumtikið eru vit, menniskju, ørkymlað. Ørkymlað, tí vit hava so serstakliga ymiska fatan av hvørji vit eru, hvaðan vit koma, og hvagar vit fara.

Fyri sjálvt lívið er hetta ikki ein trupulleiki. Sum børn spæla vit, sum ung mennast vit og royna at finna fótafesti, sum vaksin tryggja vit fótafestið og føra ættina víðari, og sum gomul rigga vit spakuliga av, so vit ferðast ígjøgnum lívið meiri ella minni á sama hátt.

Felags fyri okkum øll er tó, at vit av og á steðga á og hugsa um lívsins størstu spurningar. Spurningurin kemur regluliga, tá vit ótilætlað ella tilætlað síggja okkurt stórsligið - eitt vakurt landslag ein summardag, ein stjørnukláran himmal ein kaldan vetrardag, og so framvegis.

Hvørji eru vit? Hvør eri eg? Hvaðan komi eg? Og hvagar fari eg?

Nógv eru boðini, og nógv hava roynt at givið eitt svar, men fá eru svørini.

Skemtiligu Shu Bi Dua settu eisini spurningin í 1978 við sanginum "Den røde tråd", har teir millum annað hugleiða um tilveruna áðrenn og aftaná lívið:

- Hvad mon man er, før man blir til, Et stjerneskud, et puslespil? En tanke-torsk, en gulerod?
- Og hvad mon der sker, når man skal bort? Når livets skjorte bli´r for kort? Hvor mon den er, den røde tråd?

Skemtiligt, men spurningurin stendur rámandi eftir. Hvar er reyði tráðurin?

Tá ein spurningur verður settur, er orsøkin óivað, at spyrjarin ikki kennir svarið. Tá so nógv spyrja sama spurning, er tað so ikki eitt tekin uppá, at tey, sum hava svarið, eru ov friðarlig og ov lítið sjónlig?

Tvístøðan stendur við. Heimurin setir spurningar og leitar sær svar ymsastaðni. Á leiðini síggja tey av á ymsar skuggaleikir. Onkur steðgar á, gerst forvitin og ynskir at vita meiri um henda leik og orsøkirnar til leikin. Tey flestu fara tó víðari.

Skylda vit ikki at bjóða hesum menniskjum aftur um leiktjaldið, so eisini tey kunnu síggja sjálvt ljósið og harvið fáa svar uppá, hvør lívsins reyði tráður er? Spurningurin er greiður og niðurstøðan er neyvan heldur serliga trupul at koma fram til.

Og so er tað her, vit vanliga yppa øksl og taka til: "Livst so spyrst".

Andsøgnin er bara tann, at hetta ikki snýr seg um lívið, men tað sum kemur aftaná.

Janus Thomsen


Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni