Til morgunsangin í skúlanum lósu vit ein morgun um eina gentu, sum ikki so fegin vildi deila sínar leikur við onnur. Hetta merkti, at ongin tímdi at spæla við hana. Gentan vildi so fegin hava bæði leikur og vinkonur, men tað var ikki, fyrrenn hon valdi at loyva vinkonunum at spæla við sínar leikur, at hon lærdi, at leikurnar eru nógv stuttligari at spæla við, um fleiri eru við í spælinum.
“Skeri eg teg her, so missi eg teg har” er eitt føroyskt orðatak, ið tikið verður til, tá ið ein skal velja annað av tveimum tingum, sum hann vildi fegin havt bæði.
Gentan var bangin fyri, at um hon gav vinkonunum loyvi at spæla við leikurnar, so slapp hon ikki sjálv at spæla við tær. So misti hon tær. Og tað kundi eisini hent. Søgan kundi endað við, at genturnar brutu leikurnar, so tær ikki vóru spælandi við longur. Ella tær kundu spælt so nógv við tær, at gentan sjálv ongantíð fekk gleði av teimum. Men gentan tók eina avgerð. Hon satsaði. Og hon fekk tað best møguliga burturúr. Bæði leikur og vinkonur.
Tað kann viðhvørt verða torført hjá okkum at geva burturav okkara ognum, tíð, kærleika ella øðrum, sum vit eiga, men øll vita vit, at vit gerast glaðari av at geva. Um eg ongantíð vil geva av mínum til hini, missi eg gleðina við at eiga tað, sum eg eigi.
Okkara kristna uppaling hevur lært okkum, at vit eiga at geva og geva við gleði. “Ein og hvør gevi, eins og hann hevur sett sær fyri í hjarta sínum, ikki av óhugi ella av neyð; tí at Gud elskar glaðan gevara.” (2 Kor 9,7). Men gransking vísir, at tað serliga við náttúru menniskjans er, at vit hava eina viðfødda gevaragleði. Tað er ikki bara uppalingin, sum hevur lært okkum tað. Royndir vísa, at fólk, sum hava fingið uttan at hava givið nakað, oftari hjálpa menniskjum, sum tey ikki kenna. Um tey til dømis síggja ein fremmandan missa okkurt, eru hesi menniskju skjótari at hjálpa enn onnur eru. Heilagranskarar kunnu heilt ítøkiliga síggja, at partar av heilanum lýsa upp, tá ið menniskju velja at gera tað góða. Til dømis um onkur velur at hjálpa í kortspæli heldur enn at snýta.
Størsta gávan givin er, var tá Gud gav okkum son sín. Tí hava vit fingið so nógv, nógv meira enn við nakrantíð verða før fyri at geva aftur. Men sambært granskingini, so vilja vit fegin geva aftur, um vit hava fingið eyga á hesa stóru gávu, okkum er givin. Og lata vit eyguni upp, so eru óendaligir møguleikar fyri at geva. Fleiri eru, sum fegin taka ímóti okkara tíð. Enn fleiri, sum kunnu gleðast av okkara kærleika og umsorgan til teirra. Og tað eru sanniliga eisini nógv, sum hava tørv á okkara peningaligu hjálp. Gleðin við at geva er heilt serlig. Latum okkum tí halda á við at gera tað góða og geva við gleði. Tá skulu vit sanna sum gentan, sum orðtakið í yvirskriftini kemur frá, at um fótamørurin verður lagdur í bukt, og skorið verður av báðum endum í senn, ber til at smakka bæði kultrið og bróskið. Bæði móttakari og gevari gleðast um eina góða gávu.
Mariann D. Poulsen
-
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.
-
Borgarlig og kirkjulig vígsla av samkyndum
27.08.2015
-
Vit hava tørv á tínari hjálp
23.10.2015
-
Hvat motiverar teg til tænastu?
24.10.2015
-
Náði-regnskjólið
01.11.2015
-
Hvat við teimum smáu syndunum?
05.11.2015
-
Fríur vitnisburður – heilag kúgv ella hent amboð?
24.11.2015
-
“Kynsneutralt hjúnalag” snýr seg ikki bara um tvey vaksin
01.12.2015
-
"Eg eri ikki kallaður"
08.12.2015
-
Hvussu mong menniskju sært tú her?
15.12.2015
-
Hvat er hjúnabandið?
19.01.2016
-
Kløn og í góðari venjing, tá ið Jesus kemur aftur
26.01.2016
-
Skeri eg teg her, so missi eg teg har
02.02.2016
-
Kristin undir øktum trýsti
09.02.2016
-
Vælkomin í klubban
16.02.2016
-
Fyrimynd og umdømi hevur alt at siga
23.02.2016
-
Børnini eru nútíðin og framtíðin
01.03.2016
-
Tosa við børnini um porno
08.03.2016
-
Verði vilji mín!
22.03.2016
-
Verði tó ikki vilji mín, men tín!
29.03.2016
-
Samanhald í kirkjuni
05.04.2016
-
Uppskrift uppá veking
12.04.2016
-
Kristintrúgvin í Føroyum anno 2016
19.04.2016
-
Kristin ella kultur-kristin
26.04.2016
-
Evangeliið er betri enn grindaboð
17.05.2016
-
Nógv ung virkin í útimissión
24.05.2016
-
Kann ein koma, um ein er samkyndur?
31.05.2016
-
Bardagin um børnini
07.06.2016
-
Svør finnur tú í svørðinum
14.06.2016
-
Hvat varð av tíðini?
28.06.2016
-
Pínan í einum tári
05.07.2016
-
Bíblian og Batman
12.07.2016
-
Hugsjónir og átrúnaður
19.07.2016
-
Ein millión gevur tankar
23.08.2016
-
Gudsmynd, heilasíla og gerandisdagur hanga saman
06.09.2016
-
Vit eru kallað til næstakærleika
20.09.2016
-
Munadygg missión
11.10.2016
-
Ævinleikaperspektiv
18.10.2016
-
Skuggaleikurin og reyði tráðurin
01.11.2016
-
Handakraft ella himmalkraft
08.11.2016
-
Títt lív liggur í Guds hondum
22.11.2016
-
“So er tað yvirstaðið”
13.12.2016
-
Framtíðin í ungdómsarbeiði – ungdómsleiðari ella tiltaks-fyriskipari?
10.01.2017
-
100% almennur
24.01.2017
-
Ørindini á prædikustólinum
28.02.2017
-
Reformatión - er tað neyðugt?
07.03.2017
-
Sí, hvussu tey elska hvør annan
14.03.2017
-
At leiða fýra felagsskapir samstundis
21.03.2017
-
Uttan náðigávur er samkoman skerd
04.04.2017
-
Farið tí
11.04.2017
-
Páskirnar eru als ikki farnar afturum!
28.04.2017
-
Hvør ella hvat eri eg?
23.05.2017
-
Hvør ræður í tínum lívi?
21.06.2017
-
Tora vit at røra tað størsta tabuið?
29.08.2017
-
– Kirkjan er fullsett, tíverri er ikki pláss fyri tykkum
05.09.2017
-
Verður øll Bíblian boðað hjá tykkum?
14.09.2017
-
Relatiónir fram um traditiónir?
20.10.2017
-
Trúarfrælsi
01.11.2017
-
Nýggi sáttmálin
15.11.2017
-
Náttúruvísindi ella gudfrøði?
21.11.2017
-
Ósjónligir múrar
06.12.2017
-
Eg velji Guds ríki
20.12.2017
-
Hava vit tíð at vera ein næsti?
14.02.2018
-
Hví prædika?
07.03.2018
-
Børnini ganga í okkara fótasporum
15.03.2018
-
Jesu passiva rættvísi
04.04.2018
-
Sjómansmissiónin møtir menniskjum, har tey eru
02.05.2018
-
Jú, hetta eru føturnir á børnunum hjá okkum!
27.05.2018
-
At vinna á freisting
13.08.2018
-
Er missiónin ein spennitroyggja?
25.09.2018
-
Jú minni dýpd, jú meira glimmur?
19.12.2018
-
Eydna
16.01.2019
-
Sært tú møguleikan?
23.01.2019
-
Komi ikki heim aftur, fyrr enn Føroyar hava fingið fría fosturtøku
20.02.2019
-
Nehemia 2019 – Hjúnabandið, hvíludagurin og gevaralyndið
25.03.2019
-
At raðfesta
02.04.2019
-
Sjáldan er forvitin fegin
17.04.2019
-
Harmur og gleði í felag tey reika
01.05.2019
-
Heimsmál #1
08.05.2019
-
Samskifti
16.05.2019
-
Eg hevði rætt til lívið!
28.06.2019
-
Byggja Guds ríki
04.07.2019
-
Framgongd - ella afturgongd?
09.10.2019
-
Felagsskapur og einsemi
16.10.2019
-
Tað skríggjar til himmals
21.11.2019
-
Eri eg tann, eg eri, ella?
02.12.2019
-
Gávumildni er kærleikans termometur
05.12.2019
-
Ein í rúgvuni
09.12.2019
-
Adventin er okkara fagnaðarár
19.12.2019
-
Kom og ver við at náa tíni medmenniskju – á trubodin.fo
05.02.2020
-
Bønartúr
12.02.2020
-
Kristin list - hin fjalda tænastan
08.07.2020
-
Hvat skulu vit gera í heyst?
20.08.2020
-
Avbjóðingar
23.04.2021
-
Um so lýsnar halda lívið í mær
05.05.2021
-
10 orð eg ongantíð gloymi
12.09.2021
-
Hevur tú einki gott at sita, so er betur at tiga!
18.09.2021
-
Kann Gud fyrigeva sjálvmorð?
03.05.2022
-
Tá ið ongin sannleiki er longur
27.06.2024